Politikkur

Sørvágur: Um broyting av byggisamtykt

...

2016-05-09 08:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sambært løgtingslóg nr. 13. frá 21. mai 1954 um byggisamtykt og bygdaplan hevur kommunustýrið í Sørvági á fundi hin 27.04.2016 samtykt at broyta byggisamtyktina og bygdaplanin fyri Sørvágs kommunu.

Broytingin fevnir um tann partin av matr. nr. 62h og 373b, sum sambært matriklinum liggur nr. veg ar á Mýrum.

Bygdaráðið hevur samtykt at broyta matr, nr, 62h og 373b frá øki K-Landbúnaðarøki til øki B -Sethúsaøki.

Frágreiðing, kort og vegleiðing um kæru liggur frammi á kommunuskrivstovuni til almenna eftirskoðan í tíðarskeiðinum frá 06. mai til 27. mai 2016.

Mótmæli og broytingaruppskot skulu vera bygdaráðnum í hendi seinast 6 vikur eftir kunngerðardegnum.

Sørvágs kommuna.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder