Góðu borgarar í Sørvágs kommunu
Sitandi
bygdaráð fer nú undir sítt síðsta ár í hesum bygdaráðsskeiði. Sum ofta áður
sagt, so byggir eitthvørt stýri á herðarnar og undanfarnum, so tey, sum sita í
ár, gera fíggjarætlan fyri tey, sum koma at sita í bygdaráðnum frá 2017. Um
nýggja bygdaráðið tekur undir við teimum raðfestingum, má so tíðin vísa.
Sitandi
bygdaráð brúkti størsta partin av játtanini í 2013 til skúlan. Í
kunningarskrivinum í 2014 skrivaðu vit, at nú varð tað arbeiðið, sum byrjaði í 2008 við Gamla
skúla, síðani sjóvarhita og dagføringin endaliga lokin.
Samstundis
varð víst á, at tann skúlin vit kalla nýggja skúla, er ikki so nýggjur, sum vit
gera hann til. Hann var tikin í brúk á heysti 1989, og er sostatt farin um tey
fyrstu kvart hundrað.
Í
tíðindaskrivinum í fjør søgdu vit, at tað neyvan fór at verða pláss fyri teimum
stóru íløgunum, meðan umbyggingin av Sýnini fór fram, samstundis sum ætlanin
var at minka um skuldina.
Gongdin
í samfelagnum hevur við lækkandi rentum og hækkandi inntøkum gjørt, at størri
íløgur eru gjørdar, sjálvt um skuldin er lækkað munandi.
??tlan
fyri íløgur í 2015.
Fólkaskúlin 300.000,-
Søvn
og mentan 200.000,-
Ítróttaranlegg
600.000,-
Fríðkan
av kommununi 445.000,-
Byggibúning
100.000,-
Vatnveiting
100.000,-
Vegir 1.100.000,-
Kloakkir 944.000,-
Gøtuljós 100.000,-
Havnir og lendingar 700.000,-
4.589.000,-
Skúlin
hevur í fleiri ár fingið somu upphædd, sum í høvuðsheitum fer til dagføring av
undirvísingaramboðum.
Upphæddin
til søvn og mentan fór til bókaverkið Sørvágs kommuna ??? hundrað ára minnisrit,
sum øll húski í kommununi fingu ókeypis. Áhugin fyri bókini hevur verið stórur,
ikki bert í okkara kommunu, men eisini millum fólk aðrastaðni, sum hava
ættarbond hiðani.
Felagshúsið
á Dungasandi skuldi sambært ætlanini hava 600.000,- í ár, men bygdaráðið hevur
samtykt at veita ta játtan, sum ætlað var fyri 2016, nevniliga 500.000,- kr., sum
eykajáttan í ár umframt kr. 350.000,- kr., so byggingin av niðara parti av
húsinum verður væntandi liðugur fyrr enn ætlað. Umframt bygdaráðið, so stuðlar Fótbóltssambandið
eisini byggingini.
Upphæddirnar
til fríðkan og kloakkir tríva ofta inn í hvørja aðra. Flestu kloakkútlátini
rundan um stóru áirnar renna út í tær, og tí verður neyðugt at verja nýggju
rørskipanirnar, sum liggja í áarbakkanum. Tað hava vit gjørt í Kirkjuánni og í
ár er norðari partur av Stóránni oman fyri Konshyl eisini grótlaðaður.
Í
samband við tangaskipanina á Niðaravegi, so er hon eitt stórt stig á leiðini.
Trykkleiðing er løgd í vegin heim móti Konshyli, og ætlanin er í nærmastu
framtíð at fáa bundið rørskipanir saman, sum skulu tvørtur um Konshylsbrúnna og
oman á Dungasand.
Kloakkir
og útlát verða fastir fúsir í kunningarskrivinum nógv ár fram. Smáu bygdirnar í kommununi eru
nógv betur fyri, tá talan er um, kloakkútlát, og tí verður meginparturin av
íløguupphæddini brúktur í Sørvági.
Upphæddin
til vegir fór í høvuðsheitinum til nýggja vegin niðan í íbúðirnar í Billubønum
og til Garðsvegin, sum var við at fara í hundarnar.
Á
havnarøkinum hevur verið trongligt í alt ár. Og tað fegnast vit um. Ferðavinna,
onnur vinna og framleiðslubygningar hjá Luna krevja pláss til fólkið, ið kemur
frá nær og fjar, og tí gjørdi bygdaráðið av at keypa smiðjuna hjá Jaspur
Joensen. Endamálið við keypinum var at ríva hana niður fyri at geva pláss til
bilstøðlar og annars rúmka um.
Læknahúsið.
Ein
sjónlig íløga í kommununi, sum ikki var við í ætlanini fyri 2015, eru
læknahúsini, sum Elisabeth Thorsteinsson hevur búð í í eitt mannaminni. Eftir
langan arbeiðsdag valdi hon at siga upp, og kommunan stóð eftir við einum
bygningi sum, annaðhvørt skuldi seljast ella brúkast til okkurt skilagott.
Vit
settu okkum í samband við Almannaverkið, sum var áhugað at leiga bygningin
treytað av umbyggingini. Tær eru gjørdar, og vit ynskja at búfólk og starvsfólk
fara at trívast undir Húsadalsvegi.
Samanumtikið
Vit
kunnu siga nú við árslok, at vit náddu tí, vit settu okkum fyri í samband við
fíggjarætlanina í 2015 og nakað væl meira afturat. Fyrr var illa, vil onkur siga, meðan onnur
siga, at sterkir herðar skulu til at bera góðar dagar.
Ramsarætlan
fyri Mykines.
Sum
kunnugt vóru trý øki í Føroyum útnevnd til Ramsarøki, nevnliga Nólsoy, Mykines
og Skúvoy.
Á
vári 2015 varð Ramsarnevndin fyri Mykines skipað við tí høvuðsendamáli at gera
eina ætlan fyri Mykines.
Limirnir
í Ramsarnevndini fyri Mykines:
Hagastýrini
í Mykinesi: Eddie Lauritsen, Bjarni Hansen, Finn Danberg og Esbern í
Eyðanstovu.
Ramsarumboð
í Mykinesi: Jákup í Løðu
Onnur
við tilknýti til Mykines: Heini Heinesen, Suni Abrahamsen og Hans Michael
Johannesen.
Sørvágs
kommuna: Sune Jacobsen
Kunningarstovan
í Vágum: Sølvi Símunarson
Søvn
Landsins: Janus Hansen
Umhvørvisstovan:
Maria Gunnleivsdóttir og Suni Petersen.
??tlanin
fyri Mykines varð løgd fram á borgarafundi í Mykinesi 11. september 2015. Tað
er Umhvørvisstovan, sum hevur skrivað og samskipað arbeiðið. Vón okkara er, at
tikið verður væl ímóti ætlanini, og at tilmælini verða fylgd, soleiðis, at
tiltøk kunnu setast í verk, sum tryggja, at fuglur í Mykinesi kann trívast
uttan hóttanir og óneyðugt órógv, bæði nú og í framtíðini.
Nevndin
ivast ikki í, at um rætt verður farið fram, kann Ramsar tilmenningin virka
mennandi fyri oynna, ikki minst fyri ferðavinnuna.
100-
ára haldið.
Í
samband við føðingardagin hjá Sørvágs kommunu í ár, hava vit havt ymisk tiltøk,
har vit hava roynt at seta kommununa í miðdepilin.
Fyrsta
tiltakið var at stuðla felagnum Frælsinum, sum hevði sína fyrstu renning í
kuldanum í frostinum í januar mánaði. Tiltakið eydnaðist við hjálp frá
Landsverk, sum vóru so beinasamir at salta vegirnar. Luttakararnir vóru nøgdir við
tiltakið, hóast luttakararnir máttu bíða, meðan kavin bráðnaði.
Seinasta
tiltakið í samband við føðingardagin, sum nevnast skal, er tiltakið fyri
skúlabørnunum við foreldrum ella avvarðandi. Hvørji ynski hevur tú, tá talan er
um tilboð í kommununum ? Tey fimm fremstu ynskini hjá næmingunum, børnum ella
avvarðandi vóru hesi:
1. Spælipláss 27
2. Svimjihøll 19
3. Størri
høll 14
4. Frítíðartilboð 12
5. Mat í
kantinuni 11
Tað
var Vinnunevndin, Sørvágs skúli og felagið Fegin v/ Niclas Hera Jákupsson, sum
í felag samskipaðu hesum tiltøkum.
Atlantic Airways
Føroyska flogfelagið húsast eisini í okkara
kommunu. Teirra virksemi avspeglast eisini í inntøkunum hjá kommununum í Vágum.
Starvsfólkatalið liggur um 170 ársverk.
Samlaða framleiðslan hjá felagnum minkaði 23%
fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í 2015 í mun til sama tíðarskeið í fjør.
Tímatalið innan leiguflúgving fall við 61%, meðan tímatalið innan rutuflúgving
øktist við 8%.
Fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í 2015 fevndi
rutuflúgvingin um 72% av framleiðsluni, meðan leiguflúgvingin fevndi um 20% og
tyrluflúgvingin um 8%.
Í 2015 hevur felagið flogið rutuflúgving alt
árið til Keypmannahavnar, Billund, Reykjavíkar og Bergen og frá mars 2015
eisini til Edinburgh. Harumframt varð flogið til Aalborg, Barcelona og Mallorca
í summar.
Harumframt fleyg Atlantic Airways eisini á
vári 2015 tríggjar ferðir aftur og fram beinleiðis úr Vágum til Sardinia og á
heysti 2015 tríggjar ferðir aftur og fram beinleiðis úr Vágum til Róm
Á NORÐ-rutunum verður í tíðarskeiðnum apríl
til oktober flogið fýra ferðir um vikuna til Bergen, tríggjar ferðir um vikuna
til Reykjavíkar/Keflavíkar og frá 18. mars tvær ferðir um vikuna til
Edinburgh. Um veturin verður flogið tríggjar ferðir um vikuna til Bergen og
tvær ferðir um vikuna til Reykjavíkar.
Til Keypmannahavnar verður vetrarhálvuna
flogið dagliga tvær ferðir aftur og fram og upp í 4 ferðir dagliga um summarið.
Til Billunds verður hvørja viku flogið tvær ferðir aftur og fram um veturin og
upp í sjey ferðir um vikuna um summarið.
Ferðafólkatalið á rutunetinum er fyrstu
tríggjar ársfjórðingarnar í 2015 økt 12% úr 188.771 upp í 212.115 ferðafólk í
mun til sama tíðarskeið í fjør.
Atlantic Airways hevði 20 mió. kr. í
avlopi fyri skatt í 2014 í mun til 9 mió. kr. í avlopi fyri skatt í 2013.
Felagið hevur í 2015 undirskrivað sáttmála um
keyp av tveimum nýggjum AgustaWestland 139 tyrlum og einum Airbus A320
flogfari. Fyrra tyrlan varð latin felagnum í desember 2015, og hin seinna
verður latin í mars 2016.
Nýggju tyrlurnar avloysa gomlu Bell 412 tyrlurnar. Nýggja A320 flogfarið verður
latið felagnum í desember næsta ár.
Flotin telur nú trý Airbus A319 flogfør, eina
Bell 412 tyrlu og eina AW 139 tyrlu. Harumframt er eitt RJ-100 flogfar
langtíðarleigað til Malmø Aviation. A319 flogførini taka 144 ferðafólk, ið er
munandi fleiri enn við gomlu flogførini. ??ll A319 flogførini er útgjørd
við framkomnari RNP AR-navigatiónsútgerð, ið hevur bøtt munandi um reglusemi á
rutum felagsins.
Vága Floghavn
2015
Nógv virksemi
hevur verið á flogvøllinum seinasta árið og met nógv ferðafólk hava ferðast
ígjøgnum nýggju farstøðina, og farstøðin hevur sum heild riggað sera væl. Í
farstøðini húsast Atlantic Airways, AVIS, 62N, Visit Vagar og Taks. Harumframt
hevur Gist & Vist tvey matarstøð og Duty Free FAE hevur eisini nógv
virksemi har. Ferðafólkini hava tikið sera væl ímóti nýggja handlinum, og sølan
er vaksandi.
Í nýggja
tænastubygninginum húsast umframt Føroya Politi og Posta eisini Atlantic
Airways og roynast umstøðurnar eisini her sera væl. Vága Floghavn hevur nú
eisini fingið samlað sítt egna virksemi í nýggja tænastubygninginum. Umframt
umsitingina og havnarskrivstovu, so húsar bygningurin eisini brandstøðina,
verkstaðin og kavaruddingaramboðini hjá Vága Floghavn.
Gamla farstøðin
er nógv umbygd. Har húsast nú Gist & Vist, goymsla hjá Duty Free FAE og
Atlantic Airways. Harumframt flutti EUR Express inn í gomlu farstøðina í mars,
og hava teir skrivstovu og goymslu á staðnum. Tornið er umvælt og nýggj útgerð
sett upp. Starvsfólkini í torninum húsast nú aftur í ovastu hædd, og eru
umstøðurnar og útsýnið nógv betur enn áður.
Vága Floghavn
arbeiðir í løtuni við íløguætlan fyri 2016. Av teimum størru íløgunum kann
nevnast, at ætlanin er at útbyggja parkeringsøkið og gera nógv greiðari
skelting. Harumframt, so hevur Vága Floghavn keypt tveir nýggjar brandbilar,
sum væntandi koma til landið síðst í februar. Teir gomlu brandbilarnir, sum eru
um 20 ára gamlir, eru seldir til ein danskan flogvøll og fara væntandi av
landinum miðskeiðis í mars.
Vøksturin í
ferðafólkatalinum sær út til at halda fram. Vága Floghavn metir, at samlaði
vøksturin fyri alt árið verður umleið 11%. Hetta merkir, at eini 275.000
ferðafólk fara at ferðast um flogvøllin í 2015. Tað eru 25.000 ferðafólk fleiri
enn í 2014.
Vága Floghavn vil annars nýta høvið til at takka Sørvágs Kommunu fyri sera gott samstarv hetta seinasta árið og vónar, at tað kann halda áfram komandi árini.
Hiddenfjord
Í
2006 skrivaðu vit at P/f Luna hevði sett smolt út á fjørðin, og at virksemið
vónandi fór at verða størri árið eftir, tá laksurin fór at verða tikin.
Í
tíðindaskrivinum frá 2008 varð skrivað, at felagið hevði keypt bláa bygningin á
havnalagnum, og at ætlanin var at kryvja allan fiskin á kryvjivirkinum í
Sørvági.
Nøgdirnar,
sum eru viðgjørdar á virkinum, eru
støðugt vaksandi, og í 2013 og 2014 vórðu tikin heili 10.000 tons.
Í
2014 varð farið undir at útbyggja virkið, og hevur hetta arbeiðið hildið fram í
2015. Av virkinum verður sagt, at nøgdirnar verða nakað minni í ár, 8.500 tons,
tá árið er liðugt. Umbyggingin hevur sett stór krøv til starvsfólk og veitara,
men hóast avbjóðingarnar, hevur arbeiðið gingið eftir ætlan.
Tey
siga í skrivi til okkum, at tey vilja takka fyri sera gott samstarv í brátt
farna ári, við ynskjum um eini gleðilig jól og eitt gott nýggjar.
EUR-
Express
EUR-Express,
sum var stovnað í 2006, hevur ment seg ár eftir ár við góðari tænastu innan
sjó- og flogfrakt, og telist í dag millum fremstu flutningsfyritøkur í
landinum.
Fyritøkan
var eitt stutt tíðarskeið í Havn, men flutti so vestur í Vágar, og hevur húsast
oman fyri flogvøllin síðani 2009.
EUR-Express
hevur nú gjørt leigusáttmála við Vága floghavn, og hevur leigað ein part av
gomlu farstøðini at húsast og virka í. Hetta ger, at tey kunnu lofta
flogfraktini beinanvegin, tá flogførini lenda, og at at tey eru til staðar, har
tað hendir, meta tey sum eina styrki.
Fyritøkan, sum byrjaði við 3 starvsfólkum, er nú komin upp á 8, sum hava nóg mikið at gera hvønn dag.
Sp/f
KJO
Síðsta
hond er við at verða løgd á høllina á Hálsi í Sørvági. Tað er vinnufyritøkan
Sp/f KJO - við Kristian Olsen í Sørvág,i sum letur høllina byggja.
Høllin
er 600 fermetrar til víddar, umframt at høllin skal rúma virkseminum hjá
fyritøkuni, skal ein partur eisini leigast út.
Sum 24
ára gamal fór Kristian Olsen undir at reka virksemi við lastbilum og maskinum,
og hetta hevur hann nú gjørt í heili 31 ár. Vinnan hevur broytt seg nógv
gjøgnum árini, og tað er umráðandi, at man tillagar seg tíðina vit liva í.
Sp/f
KJO
Síðsta
hond er við at verða løgd á høllina á Hálsi í Sørvági. Tað er vinnufyritøkan
Sp/f KJO - við Kristian Olsen í Sørvág,i sum letur høllina byggja.
Høllin
er 600 fermetrar til víddar, umframt at høllin skal rúma virkseminum hjá
fyritøkuni, skal ein partur eisini leigast út.
Sum 24
ára gamal fór Kristian Olsen undir at reka virksemi við lastbilum og maskinum,
og hetta hevur hann nú gjørt í heili 31 ár. Vinnan hevur broytt seg nógv
gjøgnum árini, og tað er umráðandi, at man tillagar seg tíðina vit liva í.
Jim
S
Ídnaðarøkið
á Hálsi fer nú at líkjast, tá talan er um bygningar. Talið av fyritøkum er
vaksandi, og nú húsast hesi feløg á økinum: Landsverk, Berg Rasmussen, Vága
bjargingarfelag, Jim S og Kristian Olsen.
Fyritøkan
hjá Jim Sonna Guttesen hevði í ár 10 ár á baki, og Jim S bygdi fyrsta bygningin
á ídnaðarøkinum fyri 8 árum síðani.
Virksemi
hjá felagnum hevur verið vaksandi øll árini, og í 2015 hava 10 fólk verið knýtt
at fyritøkuni. Fyritøkan ger alt innan gólv og baðirúm hjá privatfólki umframt
alt innan sama øki hjá stovnum og fyritøkum.
Av
stórarbeiðum í ár kann nevnast læknamiðstøðin í Vestmanna, Bank Nordik,
Arbeiðsmannafelagshúsið við Tinghúsvegin og Sjóvinnuhúsið á Vestaru bryggju.
Her
vesturi hevur fyritøkan gjørt arbeiði fyri Luna, Zarepta og 07-Vestur, og
samlaða talið av fermetrum, sum lagdir eru á gólv, í brátt farna ári liggur
millum 10.000 ??? 12.000.
Umframt
vanligu gólvloysnina hevur fyritøkan keypt útgerð til at slípa betong og
viðgera tað, eins og fyritøkan eisini er farin at gera fugufrí gólv.
Samanumtikið letur Jim Sonni Guttesen væl at, og ordrabókin fyri 2016 er við at verða uppfylt.
Alt fær ein enda
- eisini kappingarárið 2015.
07 Vestur er vorðið eitt stórt fótbóltsfelag. Í ár hava vit havt
umleið 350 íðkandi limir og 28 lið meldaði til kappingar hjá Fótbóltsambandium.
Vit, ið varða av 07 Vestur, eru í høvuðsheitum nøgd við kappingarárið,
sum er farið afturum. Nøkur av teimum málum, sum vit settu okkum, rukku vit.
Málið, sum vit settu okkum, um at fáa 3. deildarliðið upp í 2. deild, er
rokkið. Somuleiðis hava vit havt leikarar á fleiri av
ungdómslandsliðunum bæði hjá dreingjum og gentum, og tað fegnast vit um.
??tlanin var, at 1. deild skuldi flyta upp í Effodeildinum, men her
gjørdust vit ov stuttir.
Hjá einum felag ræður tað sjálvsagt um at fáa so góð úrslit sum
møguligt. Men eftir ein slíka skakandi hending, sum var í Klaksvík
16.08.2015, har ein av okkara ungu og evnaríku leikarum fekk hjartasteðg,
missur fótbólturin sín týdning. 07Vestur vil takka liðleiðarum okkara, sum bóru
skjótt at og veittu fyrstuhjálp á staðnum. Eisini takka vit hjartaliga
teimum norðuri í Klaksvík fyri teirra skjótu og munagóðu hjálp, bæði
undir sjálvum tilburðinum og ikki minst fyri umsorgan, sálarliga fyrstuhjálp og
mat.
Eitt nýtt
kappingarár stendur fyri durum er 07 Vestur væl fyrireikað.
Okkara flaggskip hevur stórt sæð sama hóp sum undanfarna kappingarár. Tvær
broytingar eru; Jákup F. Hansen er farin aftur til HB og Kristian Joensen er
farin til KÍ.
Tað er altíð keðiligt at missa tílíkar
leikarar, men vit ynskja teimum sjálvandi góða eydnu og alt tað besta í komandi
ári.
Tveir nýggir leikarar hava skrivað undir
sáttmála við okkum til komandi kappingarár. Báðir eru teir úr TB, Ivan
Stojkovic er málverji og kom til Føroya í 2007. Hann hevur spælt 250 dystir við
besta liðinum hjá TB. Hin leikarin er Martin Tausen. Martin er 25 ára gamal og
hevur leikt við TB seinastu 5 árini. Martin Tausen hevur leikt 119 dystir í
meistaradeildini. Martin kann bæði leika í miðverjuni og á miðvøllinum. Vit bjóða teimum báðum vælkomnum vestur.
Alt fær ein enda
- eisini kappingarárið 2015.
07 Vestur er vorðið eitt stórt fótbóltsfelag. Í ár hava vit havt
umleið 350 íðkandi limir og 28 lið meldaði til kappingar hjá Fótbóltsambandium.
Vit, ið varða av 07 Vestur, eru í høvuðsheitum nøgd við kappingarárið,
sum er farið afturum. Nøkur av teimum málum, sum vit settu okkum, rukku vit.
Málið, sum vit settu okkum, um at fáa 3. deildarliðið upp í 2. deild, er
rokkið. Somuleiðis hava vit havt leikarar á fleiri av
ungdómslandsliðunum bæði hjá dreingjum og gentum, og tað fegnast vit um.
??tlanin var, at 1. deild skuldi flyta upp í Effodeildinum, men her
gjørdust vit ov stuttir.
Hjá einum felag ræður tað sjálvsagt um at fáa so góð úrslit sum
møguligt. Men eftir ein slíka skakandi hending, sum var í Klaksvík
16.08.2015, har ein av okkara ungu og evnaríku leikarum fekk hjartasteðg,
missur fótbólturin sín týdning. 07Vestur vil takka liðleiðarum okkara, sum bóru
skjótt at og veittu fyrstuhjálp á staðnum. Eisini takka vit hjartaliga
teimum norðuri í Klaksvík fyri teirra skjótu og munagóðu hjálp, bæði
undir sjálvum tilburðinum og ikki minst fyri umsorgan, sálarliga fyrstuhjálp og
mat.
Eitt nýtt
kappingarár stendur fyri durum er 07 Vestur væl fyrireikað.
Okkara flaggskip hevur stórt sæð sama hóp sum undanfarna kappingarár. Tvær
broytingar eru; Jákup F. Hansen er farin aftur til HB og Kristian Joensen er
farin til KÍ.
Tað er altíð keðiligt at missa tílíkar
leikarar, men vit ynskja teimum sjálvandi góða eydnu og alt tað besta í komandi
ári.
Tveir nýggir leikarar hava skrivað undir
sáttmála við okkum til komandi kappingarár. Báðir eru teir úr TB, Ivan
Stojkovic er málverji og kom til Føroya í 2007. Hann hevur spælt 250 dystir við
besta liðinum hjá TB. Hin leikarin er Martin Tausen. Martin er 25 ára gamal og
hevur leikt við TB seinastu 5 árini. Martin Tausen hevur leikt 119 dystir í
meistaradeildini. Martin kann bæði leika í miðverjuni og á miðvøllinum. Vit bjóða teimum báðum vælkomnum vestur.
hava longu spælt
seg í steypafinaluna, sum verður fyrst í komandi ári. Eikligan kvinnur liggja
bert tvey stig frá fyrsta plássinum, meðan menninir liggja nr. 1 í kappingini.
1. deild menn hava vunnið allar sínar dystir í ár, meðan 2. deild kvinnur liggja nr. 2.
Í bestu deildini
er steypakappingin broytt. Spælt verður í tveimum bólkum í desember, har nr. 1
og 2 í hvørjum bólki spæla seg víðari í semifinaluna, sum verður 2 januar 2016.
Menninir hava longu tryggjað sær pláss í semifinaluni, meðan kvinnurnar enn
hava møguleikan at røkka hesum.
Sigast kann, at
flogbólturin í Sørvági hevur eina góða gongd. Í september mánaði vóru gentur og
dreingir 14 við í einari kapping í Danmark, har bæði liðini vunnu gull, so her
síggja vit, at vit eisini kunnu spæla upp ímóti okkara grannalondum! Vit eru
samstundis við í toppinum í føroysku kappingunum, og tað er har, vit vilja
vera. Okkara framtíð liggur í ungdóminum, og úrslitini hesi seinastu árini boða
frá góðum. MEN dreymurin hjá felagnum er, og hevur altíð verið, at vit kunnu
bjóða okkara leikarum teir bestu karmarnar innan fyri flogbóltin. Sum nú er,
eru alt ov fáir venjingartímar, og umstøðurnar eru ikki tær bestu! Tá Eik-ligan
spælir á útivølli, sæst ferð eftir ferð, at leikarar hava trupult við at spæla,
og nógv bendir á, at spælið hevði verið enn betur, um vit høvdu betri umstøður
at vant undir. Tí hevði tað verið sera ynskiligt við einari størri høll, bæði
soleiðis, at vit kunnu fáa meir venjingar, og at venjingin kann verða meira skipa og løgd
til hvønn einstaka leikara, samstundis, sum tað er pláss fyri at fáa fleiri av
okkara trúgvu áskoðarum til okkara heimadystir.
Sørvágur er kend
sum ein flogbóltsbygd. Vit hava havt og hava nakrar ótrúliga dugnaligar
leikarar og venjarar, og høvdu umstøðurnar verið betur, so ivast vit ikki í, at
úrslitini høvdu verðið enn betur enn tey eru í dag.
Vit í SÍ vilja
takka bæði leikarum, venjarum, hjálparum, stuðlum, foreldrum og ikki minst
áskoðarum fyri dyggan stuðul í farna ári. Eisini vilja vit takka fyri góðu
undirtøkuna og hjálpina til SÍ dagin, sum vit høvdu herfyri. Dagurin eydnaðist
sera væl og gav eitt gott íkast til raksturin hjá felagnum. Men eitt slíkt
tiltak letur seg ikki gera uttan tykkum øll ??? stóra takk!
Við hesum skrivi vilja vit í SÍ nýta høvið at ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýttár.
undir. Tí hevði
tað verið sera ynskiligt við einari størri høll, bæði soleiðis, at vit kunnu
fáa meir venjingar, og at venjingin kann
verða meira skipa og løgd til hvønn einstaka leikara, samstundis, sum tað er
pláss fyri at fáa fleiri av okkara trúgvu áskoðarum til okkara heimadystir.
Sørvágur er kend
sum ein flogbóltsbygd. Vit hava havt og hava nakrar ótrúliga dugnaligar
leikarar og venjarar, og høvdu umstøðurnar verið betur, so ivast vit ikki í, at
úrslitini høvdu verðið enn betur enn tey eru í dag.
Vit í SÍ vilja
takka bæði leikarum, venjarum, hjálparum, stuðlum, foreldrum og ikki minst
áskoðarum fyri dyggan stuðul í farna ári. Eisini vilja vit takka fyri góðu
undirtøkuna og hjálpina til SÍ dagin, sum vit høvdu herfyri. Dagurin eydnaðist
sera væl og gav eitt gott íkast til raksturin hjá felagnum. Men eitt slíkt
tiltak letur seg ikki gera uttan tykkum øll ??? stóra takk!
Við hesum skrivi
vilja vit í SÍ nýta høvið at ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól og eitt gott
nýttár.
Í nevndini: John
Kruse, Maja Henriksen, Vivian Joensen, Hanna Helena W. Simonsen, Jónley Poulsen,
Birna Henriksen, Barbara R. Mouritzen og Beinta Henriksen.
Sørvágs
Country- og Blues Festivalur.
Sørvágs
Country- & Bluesfestivalur var í døgunum 4. til 6. juni 2015, og skipaður
eftir sama leisti, sum undanfarnu ár. Fyrsti festivalurin var í 2012 og hevur
hetta verið eitt afturvendandi tiltak síðani.
Í árunum 2012
til 2014 hava vit verið vælsignað við seta góðum veðri, men í 2015 hendi tað,
sum ikki má henda: Veðrið var serstakliga vánaligt, og var tí neyðugt at gera
broytingar í evstu løtu. Hóast hetta, eydnaðist festivalurin hampiliga væl.
At skipa fyri
tílíkum tiltaki hevur sera stóran fíggjarligan váða við sær, umframt at tað er
nógv pratkisk viðurskiftir, sum skulu avgreiðast. Uttan fíggjarliga hjálp frá
stuðlum og hjálp frá Sørvágs kommunu og bygdafólki annars, hevði hetta als ikki
borið til.
Hóast eitt
ávíst bakkast í 2015, varð beinanvegin avgjørt at halda fram í 2016, og verður
festivalurin hin 10. og 11. juni komandi
ár.
Síðani byrjan
hevur festivalurin verið skipaður í tøttum samstarvi við Sørvágs kommunu,
umframt at festivalurin eisini hevur samstarv við Summarfestivalin í Klaksvík
og Bátafestivalin í Vestmanna. Hesi samstørv eru grundleggjandi og halda fram í
komandi ári.
Komandi
festivalur verður skipaður eftir sama leisti, sum undanfarin ár, har byrjað
verður við bassadegi og eldratiltaki 9. juni og festivalurin settur 10. juni.
Tað verður Vága
kunningarstova, sum tekur sær av campingsølu og eldratiltaki.
Forsølan av atgongumerkjum byrjaði á contry.fo hin 9. desember 2015 og heldur fram til festivalin.
|
Samanberingar millum kommunurnar ú
roknskapinum frá 2014 |
||||||
|
Tað hevur týdning at vita heldur enn at
gita. Vit mugu hyggja eftir rakstrinum og ansa eftir, |
||||||
|
at tær rakstrarútreiðslur, sum vit
samtykkja, eru torførar at fáa burtur aftur. |
||||||
|
Hvar liggja vit í mun til aðrar, er
neyðugt at hava eina hóming av. Tí hesar talvur. |
||||||
|
Roknskapur 2014 |
||||||
|
Kommununavn |
Rakstur |
Skattur |
Rakstur í %
|
Raðfylgja |
Nettosk. pr. |
Raðfylgja |
|
|
|
|
|
|
íbúgva t.kr. |
|
|
Klaksvík |
108.566 |
169.819 |
63,9 |
1 |
22 |
4 |
|
Sjóvar |
19.825 |
30.592 |
64,8 |
2 |
20 |
3 |
|
Sørvág |
25.627 |
38.578 |
66,4 |
3 |
18 |
2 |
|
Fuglafjarðar |
36.948 |
55.450 |
66,6 |
4 |
27 |
5 |
|
Runavík |
88.801 |
131.514 |
67,5 |
5 |
30 |
7 |
|
Vága |
45.046 |
65.011 |
69,3 |
6 |
31 |
8 |
|
Tórshavn |
480.013 |
679.133 |
70,7 |
7 |
-8 |
1 |
|
Tvøroyri |
43.357 |
58.528 |
74,1 |
8 |
36 |
9 |
|
Vágs |
29.404 |
38.478 |
76,4 |
9 |
29 |
6 |
Av
teimum kommunum vit hava valt, liggur Klaksvík á fyrsta plássi, meðan vit
liggja á triðja plássi, tá talan er um rakstur í mun til skatt.
Tá
talan er um skuld, liggur Tórshavn á fyrsta plássi, og eigur 8.000 kr. til
hvønn borgara.
Vit liggja á øðrum plássi við 18.000 kr. í skuld fyri hvønn borgara.
Fíggjarætlanin
2016
Bygdaráðið
samtykti einmælt fíggjarætlanina á fundi mikukvøldið 25. November 2015.
Hetta
eru høvuðstølini:
Rakstur Inntøkur
Rakstrarútreiðslur 40.551.000
Avdráttir 2.924.000
Rakstur
+ avdráttir 43.475.000
Íløgur 15.190.000
Samlaðar
útreiðslur 58.665.000
Inntøkur 49.919.000
Lán 7.000.000
Av gjaldføri 1.746.000
Inntøkur,
lán og gjaldføri 58.665.000
Bygdaráðið
samtykti at taka 7 mió. í láni og at brúka 1.746 mió. av egnum gjaldføri.
Skattaprosentið
verður óbroytt 21,7%, meðan
barnafrádrátturin hækkar úr 4.500,- kr. upp í 5.000,- kr. fyri hvørt barnið.
Fíggjarstøðan.
Nettoskuldin
hjá Sørvágs kommunu var 23.156.000 kr. við árslok 2013. Í 2014 var hon komin
niður á góðar 20 mió., og verður nógv lægri við árslok í ár.
Í
samband við at kommununnar hava yvirtikið eldraøkið, kann tað verða ørkymlandi
at samanbera við onnur ár. Vit siga í
fíggjarætlanini at inntøkan er 49.919.000 kr. Tá er endurgjaldið frá landinum
til eldraøkið íroknað. Vantandi fáa vit hesa upphæddir frá landinum til
eldraøkið:
Skattur
av eftirlønargjøldum: 7.129
mió.
Flyting
vegna DIS, FAS og aðrar frádráttir 4.092
mió.
Tíðaravmarkað flyting 0,124 mió.
Inntøkur
frá landi: 11.345 mió.
Fyri at reka Heimatænastuna í Vágum verður okkara partur í 2016 11.734. mió. Tað við siga, at halda metingarnar, so mugu vit taka (11.734 ??? 11.345 ) = 389.000 úr kommunukassanum. Tað, sum vit taka úr kommunukassanum er tað, sum vit fáa ov lítið útborið fyri eldraøkið.
Tað
er kanska vert at nevna, at í samband við eldraøkið fáa kommunurnar endurgjald
fyri tað, sum kommunan missir í kommunuskattinum í samband við, at borgarar í
kommununi eru undir øðrum skattaskipanum.
Íløgur
2016
Á Sýnini 1.800.000
Á
Stakka 600.000
Skúlin
300.000
Skúlin
5.200.000
Musikkskúlin
110.000
Hornorkestrið
60.000
Søgan
70.000
Minnisvarðin
200.000
Felagshúsið
á Dungasandi 800.000
Fríðkan 350.000
Byggibúning
600.000
Vatn
100.000
Kloakk 500.000
Vegir
900.000
Gøtuljós 100.000
Verkhúsið 500.000
Havnin 3.000.000
Samanlagt 15.190.000
Á
Sýnini
Í
tíðindaskrivinum í fjør skrivaðu vit, at vit høvdu valt at hækka skattaprosentið
við 0,7 prosentum, ið svaraðu til tær útreiðslur, sum vit óvæntað høvdu fingið
í samband við yvirtøkuna av eldraøkinum. Stuttfreistaða lánið frá landskassanum
er bert 4 ár og 8 mánaðir. Vit byrjaðu at gjalda 1. januar í ár, og tá hetta
bygdaráðsskeiðið er lokið næsta ár, er knøpp helvtin av láninum goldið.
Heimið
verður umvælt eftir eina kostnaðarmeting, sum Landsverk hevði gjørt. Tá
arbeiðið varð útboðið, vísti tað seg at kostnaðurin var væl hægri, enn mett var
frammanundan. Kommunurnar samdust um at hækka sín lut í fíggingini við 5 mió.
kr. og heittu á Landsstýrið um at gera tað sama. Men svarið haðani var nei.
Okkara lutur í mun til meirútreiðsluna verður 1.8 mió. kr.
Á
Stakka
Arbeitt
hevur í fleiri ár við at finna eitt øki, har fólk kunnu savnast, og har lívd
er. Stakka liggur í miðbygdini, og tað hevur eydnast okkum at keypa havan hjá
grannanum norðanfyri.
Bygdaráðið
hevur latið West-Tech gera eitt uppskot, sum verður lagt fyri bygdaráðið ein av
fyrstu døgunum.
Høvuðsendamálið
við økinum er:
Stakka
·
??tla til hugna og samkomur fyri yngra og
eldra ættarliðið.
Havin:
·
??tla børnum. Her er spælipláss, har atlit
eisini eru tikin til samveru millum børn og foreldur
·
Umframt bygning til vesi og goymslu.
· ??kini verða bundin saman við gøtum, og stórur dentur er lagdur í, at økini bæði kunnu virka saman og hvør sær.
Vit
nevndu í fjør, at tað í nærmastu framtíð fór at verða neyðugt við ábøtum og
umbyggingum, tá talan er um nýbygningin, sum hongur uppi í svimjihøllini,
nýggju fimleikarahøllini og ovara partin av stovulonini.
Tá
var eisini sagt, at vindeygu í skúlastovunum høvdu stutt sagt likið frá fyrsta
degi, og fakfólk halda einastu røttu loysnina vera, at taka takvindeyguni
burtur, og framsíðan verður førd fram ájavnt við niðara hæddina.
Støðan
er ikki batnað, og bygdaráðið heldur ikki at tað gevur nakra meining at pjøssa
upp á vindeygu og tekju, og tí er endalig støða tikin til at gera eina veruliga
dagføring av Niðarulon. Við at føra ovaru hæddina út ájavnt við niðaru hæddina,
fáa vit heilt onnur rúm, bæði í rúmd og vídd.
Mentan
Tá
tað snýr seg um mentan, so hevur bygdaráðið eftir førimuni roynt at stuðla. Í
komandi ári er ætlanin at stuðla keyp av ljóðførum, bæði til skúlan og Sørvágs
Tónleikarafelag eins og peningur er settur av til fjórða bind um Sørvágs
kommunu. Eisini er ætlanin at koma eitt stig nærri einum minnissteini um teir,
ið ikki bóru boð í bý.
Felagshúsið
á Dungasandi
Sitandi bygdaráð hevur goldið ta upphædd, sum avtalað varð fyri hetta valskeiðið. Vit vóru vitandi um, at upphæddin fór ikki at verða nóg stór til alla byggingina. ??tlanin er at fáa eina avtalu um nýtslu við 07-Vestur um ovaru hæddina, og tað er upphæddin í íløgulistanum sett av til.
Verkhúsið
o.a.
Peningur
er avsettur til Verkhúsið á Toft. Arbeiðið umfatar umskipan av hølum soleiðis,
at bøtt verður um umstøðurnar hjá búfólkunum.
Av
øðrum íløgum kunnu vit siga, at tær eru kendar frá árunum frammanundan. Vit eru
við at verða í uppisetri við grundstykkjum, nakað av peningi verður brúkt til
vegagerð, og ávís upphædd eigur og verður sett av til kloakkætlanina.
Havnin
Træbryggjan
hevur sæð sínar bestu dagar og stendur uppi nærum av gomlum vana. Vit vóna, at
hon klárar henda veturin eisini, tí í komandi ári verður hon tikin niður og
nýggj pelakei sett upp.
Træbryggjan
hevur tænt fyri seg. Sambært Landsbyggifelaganum varð avhendingarskjalið
undirskrivað 22. desember 1966, so tað verður ein hálv øld ímillum, at byrjað
varð upp á hesa, til byrjað verður upp á ta nýggju.
Bygdaráðsfundir 2016.
Mynd:
Erik Davidsen
Havnin
Træbryggjan
hevur sæð sínar bestu dagar og stendur uppi nærum av gomlum vana. Vit vóna, at
hon klárar henda veturin eisini, tí í komandi ári verður hon tikin niður og
nýggj pelakei sett upp.
Træbryggjan
hevur tænt fyri seg. Sambært Landsbyggifelaganum varð avhendingarskjalið
undirskrivað 22. desember 1966, so tað verður ein hálv øld ímillum, at byrjað
varð upp á hesa, til byrjað verður upp á ta nýggju.
Bygdaráðsfundir 2016.
Bygdaráðið hevur ásett føstu bygdaráðsfundirnar fyri
2016. Fundirnir verða kl. 18:00 í fundarhølinum á kommunuskrivstovuni niðanfyri
nevndu dagar.
Mikukvøldið 27. januar
Hóskvøldið 25 februar
Mikukvøldið 30 mars
Mikukvøldið 27 apríl
Mikukvøldið 25 mai
Mikukvøldið 29 juni
Mikukvøldið 07 september
Mikukvøldið 28 september
Mikukvøldið 26 oktober
Mikukvøldið 09 november
Mikukvøldið 30 november
Mikukvøldið 07 desember
Mál, sum skulu verða viðgjørd á bygdaráðsfundi, skulu
vera kommununi í hendi í seinasta lagi 14 dagar fyri fundin.
Eykafundir ella broytingar í skránni verða lýstir í
svørtu talvur á kommunuskrivstovuni og á heimasíðuni hjá Sørvágs kommunu
At
enda
Bygdaráðini
hava tey seinastu árini roynt at lívga um tað, sum vit vanliga kalla
kjarnuøkini hjá einari kommunu. Fyrst varð barnagarður bygdur, síðani gamli
skúli um- og útbygdur. Sýnin verður umbygd og nú er ætlanin at dagføra nýggja
skúlan og træbryggjuna. At tað ber til hjá okkara kommunu at gera íløgur á heilar 15 mió. í einum ári kemst av, at at
bygdaráðið hevur verið tilvitað um, at hava stabilitet, tá talan er um
skattaprosentið. Vit eru ein miðalstór kommuna við spjaddari búseting, so
okkara mál hevur verið at havt eitt miðal skattaprosent.
Í
hesum valskeiðinum hava vit roynt at goldið skuldina niður, soleiðis, at tað
ber til at gera tær íløgur, sum vit fara at gera í komandi ári.
Og gongur alt eftir vild, so kunnu vit, sum sitið hava í bygdaráðnum síðstu árini til næsta kommunuval við uppreistari pannu siga, at tit, sum nú fara at ráða fyri borgum, yvirtaka eina kommunu, sum fíggjarliga er væl fyri samanmett við nógvar aðrar kommunur. Fólkatalið er eisini vaksandi. 01. nov. 2014 vóru vit 1.081 íbúgvar í Sørvágs kommunu. Eitt ár seinni, 01. nov. 2015 vóru vit 1.113 ella 32 fleiri. Hetta er nokk størsta íbúgvaratal nakrantíð.
Og
latið okkum enda hetta árið við orðunum hjá Grundtvig gamla.
Takk fyri hetta árið við
og alt á sjógv og landi.
Tú yvir vaksin lýs tín frið
og hvønn ein pilt á sandi!
Og
við hesum fari eg vegna bygdaráðið og starvsfólk okkara at ynskja tykkum eitt
av Harranum signað nýggjár.
Sørvágur,
17.12.2015
Sune
Jacobsen, borgarstjóri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald