Tíðindaskriv: 07-02-2017
Sørvágs kommuna hevur avgjørt at skifta verandi graslíkisvøll í Sørvági út við ein nýggjan.
Skipað var fyri innbodnari licitatión í januar 2017. Trý tilboð vóru latin inn. Ide Møblar vann útbjóðingina, sum umfatar at skifta gamla vøllin út og leggja nýtt graslíki á. Ide Møblar var annars eisini veitari av núverandi vøllinum, sum var lagdur á í 2005.
Vøllurin í Sørvági verður av slagnum DOMO VARIOSLIDE S PRO, sum sambært Birgiri Andreasen frá Ide Møblum er topp produktið og nýggjasta ættarliðið av graslíkisvøllum hjá DOMO, sum er størsti veitari av graslíkisvøllum í Evropa.
Tað frøðir okkum, at Sørvágs kommuna aftur hesuferð hevur víst okkum tað álit at taka av okkara tilboði, og at nýggi vøllurin verður av nýggjasta slagnum hjá DOMO.
Tað sum serliga eyðkennir nýggjastu graslíkisvøllirnar frá DOMO eru teir sera góðu eginleikarnar, ið graslíkið gevur spælarum, sum venja og spæla dystir á slíkum graslíki.
Sambært DOMO ger uppbygnaðurin á tí serliga patenteraða HELIFLEX grasinum, at grasstráini altíð varðveita sína loddrættu støðu. Ein annar sera týðandi fyrimunur við hesum graslíki er, at stráini halda upp á gummifylluna, so tørvurin fyri eftirfylling av gummi verður nærum ongin, sum royndir okkara seinastu 6 árini eisini hava prógvað. Hetta er ein stórur fíggjarligur fyrimunur hjá okkara kundum og hevur harafturat eisini sera jaliga ávirkan á umhvørvið.
Ide Møblar og DOMO veita 10 ára garanti upp á nýggjar graslíkisvøllir og bjóða harafturat eitt árligt skipað eftirlit og viðlíkahald av vøllum, sum serkøn starvsfólk taka sær av. Hetta tryggjar at graslíkið altíð er í besta standi og hevur bestu dygdina at venja og spæla dystir á, sigur Birgir Andreasen at enda.
Ide Møblar er ein føroysk fyritøka, sum hevur 38 ár á baki í Føroyum. Felagið legði fyrsta graslíkisvøllin á í Havn longu í 1986 og hevur síðani lagt nógvar graslíkisvøllir í Føroyum. Seinastu 6 árini hevur Ide Møblar lagt 9 av teimum nýggjaru vøllunum, sum liggja runt um í Føroyum. Harumframt hevur Ide Møblar lagt fleiri av teimum smærru vøllunum til kommunur í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald