Vinna

Sørvágs kommuna ger íløgur fyri 19,9 mill. komandi ár

...

2016-12-05 14:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindarskriv

Á bygdaráðsfundi 30. november 2016 varð fíggjarætlanin hjá Sørvágs kommunu einmælt samtykt.

Høvuðstølini eru hesi:

Rakstur: 41.657.000

Løgur: 19.940.000

RL??: 8.206.000

Skattaprosent: 21,7 %

Barnafrádráttur: 5.500

Skattaprosentið er óbroytt, men barnafrádrátturin verður hækkaður til 5.500 fyri hvørt barnið.

Íløgurnar verða fíggjaðar við sløkum 9 mió. í rasktrinum, 4 mió. verða tiknar av tøkum peningi, meðan restin 7 mió. verða fíggjaðar við lántøku.

Kommunan fer í 2017 at gjalda slakar 3 mió. í avdráttum av láninum.

Høvuðsíløgurnar eru hesar:

Skúlin 6 mió. kr.

Vøllurin á Dungasandi 3 mió. kr.

Ellisheimið Sýnuni 3.6 mió. kr.

Sørvágs kommuna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder