Hesaferð fara vit at leggja trý nýggj nøvn afturat listanum yvir tey, ið fara at framføra á Sørvágs Country- & Bluesfestivali 5. & 6. juni 2015.
Tey eru:
KK-Band (IS), Jens Lisberg (FO) og Chill (FO)
Íslendskt Blues, Jim Reeves og Eagles
KK-Band (IS)
KK-Band er mannað við trimum monnum, KK (Kristján Kristjánsson) - sang & guitar, ??orleifur Guðjónsson - bass & sang og Kormákur Geirharðsson - trummur & sang. Teir spæla up-tempo tónleik sum flirtrar við Blues, Bluegrass, Country, Rock og Rockabilly við onkrari balladu inn ímillum. Henda manningin hevur spælt saman síðani 1992.
Á síni tónleikaleið, hevur KK fingið fleiri enn 20 gull-, platin- og multi-platin heiðurslønir og 2 Íslendskar Music Academy Awards. Harafturat hevur hann fingið fleiri viðurkenningar fyri ymisk tónleikalig projektir. Hann hevur millum annað eisini skriva tónleik til film, sjónvarp og sjónleik.
Frá 1985 til 2010 turneraði KK rættuliga nógv kring heimin, hann hevur millum annað spælt í Kina, Kanada, Frankaríki, Týsklandi, Stórabretlandi, Spania og USA. Hann hevur innspælt og gjørt tónleik saman við teimum kendastu Íslendsku tónleikarunum, herundir Bjørk og Sigurrós. Eisini hevur hann spælt saman við nógvum kendum orkestrum og tónleikarum, millum onnur: Elton John, John Fogerty, Kris Kristoffersson, Bo Diddley, Eric Clapton og Roger Hudgson (Supertramp).
Jens Lisberg (FO)
Eina av best kendu country røddina í Føroyum, eigur Jens Lisberg. Jens Lisberg hevur sera drúgvar royndir innan tónleik og gjøgnum mong ár, hevur hann verið við í eini ørgrynnu av tónleikatiltøkum, har hann hevur spælt til dans, á konsertum o.l.
Jens hevur ikki verið so virkin í nøkur ár og gleðir seg tí almikið at luttaka á Sørvágs Country- og Bluesfestivali saman við sínum bólki. Jens fer at framføra løg hjá Jim Reeves og annan nýcountrytónleik.
Í bólkinum eru: Jóhan Martin Jacobsen, guitar, Jákup Zachariasen, guitar, Sámal Midjord bass, Bernhard H. Petersen, tangentar og guitar og Per Ingvald Petersen, trummur. Í kórinum eru Sigga Hansen, Fríðgerð M. Ellefsen og Barbara á Tjaldrafløtti.
Chill (FO)
Chill framførir Eagles á Sørvágs Country- & Bluesfestivali, sum verður 5. & 6. juni.
-"Vit í Chill eru sera spentir og stoltir yvir at fáa møgulleikan at framføra eitt Eagles show til Country Festivalin í ár. Vit eru allir svornir Eagles fjepparar, og hava altíð verið bergtiknir av arrangementunum í løgunum hjá Eagles. Ikki minst orsaka av framúr góðu kór-arrengementunum. ??r perluskjáttuni hjá Eagles, fara vit m.a. at framføra løg sum Take It Easy, Hotel California og Get over it".
Chill hava spælt nógv til dans og onnur tiltøk seinastu 7 árini, og fleiri av limunum teljast ímillum royndastu tónleikarar í Føroyum, og eru limirnir m.a. kendir frá bólkum sum Ikaros, Plúmm, Kjølar og All That Rain.
Manningin í Chill eru: Hans Ravnsfjall, sangur og guitar - Jens Tummas Næss, bass og sang - Torkil Johannesen, trummur og sang - Høgni Zachariasen, guitar og sang. Harumframt kemur Magni Husgaard - sum ma. er kendur úr Quarter to Three og Aria - at spæla tangentar og akk. guitar.
Nýggj heimasíða
Sørvágs Country- & Bluesfestivalur hevur fingið nýggja heimasíðu, adressan er tann sama www.country.fo Hesa vøkru og sera brúkaravinarligu heimasíðuna hevur Limberg Michelsen gjørt fyri festivalin. Nýggja síðan er greiðari og hevur fleiri upplýsingar inn.
Nú eru 12 nøvn kunngjørd til komandi Country- & Bluesfestival.
Tey útlendsku eru:
Laura van den Elzen (NL), The European Highwaymen (NO), Jambalaya Band (DK) og KK-Band (IS)
Tey føroysku eru:
Signar í Homrum, Kristina Bærendsen, Uni Debess & The Tomcats, Kristel Lisberg, Halleluja Sofus, The Reverends, Jens Lisberg og Chill.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald