Sørvágs Country- & Bluesfestivalur og Føroya Bjór hava í dag undirskrivað samstarvsavtalu, sum inniber, at Føroya Bjór verður veitari av øllum øl og drekkivørum fyri Sørvágs Country- & Bluesfestival komandi trý árini.
???Vit eru sera fegin um at hesa avtaluna??? sigur Súni Selfoss vegna Sørvágs Country- & Bluesfestival, ???hetta er fyrstu ferð at Føroya Bjór produktir verða á festivalinum, men vit hava undan farin ár, merkt ein øgiligan eftirspurning eftir øl og sodavant frá Føroya Bjór, og fer hendan avtalan at gera festivalin enn betur??? leggur Súni afturat.
Sørvágs Country- & Bluesfestivalur hevur undanfarin ár eydnast stak væl og hevur verið sera væl umtóktur. Áteimum undanfarnu festivalinum, hava fyrireikarnir lagt stóran dent á at skapa eitt familjuvinarligt tiltak. ???Sørvágs Country- & Bluesfestivalurskal verða eitt tiltak, sum øll familjan kann verða saman um, uttan at tað skal kosta nógv meira enn atgongumerkið???, sigur Súni Selfoss.
Føroya Bjór fegnast eisini um samstarvsavtaluna við Sørvágs Country- & Bluesfestival. ???Vit eru sera fegin um at hava gjørt samstarvs- og stuðlaavtalu við Sørvágs Country- & Bluesfestivalur, sum vit halda er eitt gott og væl fyriskipað tiltak. Tiltakið hóskar seg eisini væl til okkara málbólk og vit fara eisini at gera alt fyri, at øll fáa eina góða og vælsmakkandi uppliving, sigur Einar Waag, stjóri í Føroya Bjór.
Um stutta tíð byrjar forsølan av atgongumerkjum til Sørvágs Country- & Bluesfestival 2015 og tá verða fyrstu nøvnini eisini kunngjørd, fyrireikararnir siga at nakrar tillagingar verða gjørdar og at arbeitt verður alla tíðina við at víðka um tiltakið, og vænta fyriskiparnir tí nógv fólk vestur á Sørvágs Country- & Bluesfestival, sum verður 5. ??? 6. juni 2015.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald