Tíðindaskriv
Sørvágs Country- & Blues Festivalur, sum verður í døgunum 13. og 14. juni 2014 avdúkar nú fýra tey næstu nøvnini.
Nøvnini eru: Uni Debess & The Tomcats, Evi Tausen, Vestmenn og Lív Næs & Tróndur Enni
Uni Debess & The Tomcats er navnið, sum Uni byrjaði at brúka, tá hann fyri trimum árum síðani flutti til Danmarkar og spældi víða um við ymiskum tónleikarum. ???Fólk fara nokk at halda, at eg havi havt nokkso nógv nøvn nú eftir hondini, men hetta navnið brúki eg tá ið eg spæli saman við orkestri, tí eg spæli eisini nógv einsamallur???, sigur Uni við einum smíli. Uni Debess er í løtuni í gongd við at gera eina nýggja fløgu, ið er hansara 10. ??tgáva. Fløgan kemur út í heyst, tó fara Uni Debess & The Tomcats at framføra onkur av nýggju løgunum og sjálvandi nógv av teimum kendu løgunum á ársins Country & Blues Festivalinum í Sørvági, sigur Uni.
Tey, ið manna bólkin er: Uni Debess - sang, gittar og munnharpu, Fríði Tanggaard Bjørgvin - gittar og kór, Finnur Hansen - orgul og kór, Edvard Nyholm Debess - bass og kór og Rógvi á Rógvu ??? trummur.
Evi Tausen byrjaði sína musikalsku karrieru í 2010, síðani er hon komin víða. Hon hevur havt rættiliga nógvar framførslur bæði her heima og í øðrum londum. Fyri ikki so langari tíð síðani var hon saman við Halli Joensen og Kristinu Bærendsen í Týsklandi, har hon saman við hinum fekk eitt frálíkt ummæli. Tey komu enntá í stóru týsku avísuna Stern. Fyrsta útgávan hjá Evi Tausen var ein singul í 2010 og í 2011 gav hon út fløguna ???Evi ??? Wishing Well???, fløgan var upptikin í Nashville. Í 2013 vann hon Írska prísin International Artist of the Year, tá gav hon staklagið ???Blue Radio??? út, sum toppaði á EMCA listanum sum nummar 4. Nýggjasta lagið ???Make This Life A Dance??? sum kom út í oktober í fjør, varð nummar 1 í Svøríki, Hollandi og Írlandi á EMCA listanum. Í apríl fer Evi til Danmarkar at hava konsert saman við countrybólkinum The European Highwaymen.
Vestmenn kenna tey flestu. Vestmenn man vera eitt tað fyrsta orkestrið í Føroyum, ið legði seg eftir at spæla country tónleik burturav. Tekstirnir kenna tey flestu og kunnu syngja við teimum glæðu og vælsvingandi løgunum. Á Countryfestivalinum fara Vestmenn bert at spæla egið tilfar, vit øll kenna so væl ???Eg siti so eina??? ??? ???Tá eg droymi??? ???Leygarkvøld í Havn??? og ???Motormani???. Tað verður uttan iva eitt stórt upplivilsi aftur at hoyra Vestmenn á Dungasandi.
Tey ið manna Vestmenn eru: ??lavur Højgaard, Niels Olsen, Arnbjørn Sivertsen, Rúni W. Højgaard og Edith Dahl Jakobsen.
Lív Næs & Tróndur Enni eru ikki júst nøvn, ið verða sett í samband við country heimin. Hóast hetta hava tey sagt ja til at luttaka saman á ársins Country festivali 2014 við einum fult mannaðum orkestri. Tey fara at spæla egið tilfar við einum samanblandi av ???country undirtónum???.
Lív og Tróndur hava tey seinastu fimm árini arbeitt við tónleiki burturav, bæði saman og hvør sær, og hava tey útgivið tónleik, sum hevur verið sera væl móttikin, og hevur tónleikurin verið nógv at hoyra seinastu árini. Tey hava verið virkin við m.a. útgávukonsertum, framførslum ??? bæði í Føroyum og í útlondum ??? fløgum og stak løgum á iTunes. Talan er her um tveir ymiskar, spennandi og evnaríkar tónleikarar við ymiskum tilgongdum til tónleikin, men sum saman í teirra felags arbeiði, avriki og framførslum eru framúr.
Saman við teimum á pallinum verða Leivur Thomsen, Rógvi á Rógvu, Eyðun Mohr Hansen og Jákup Zachariassen.
Atgongumerki, húsvognar og tjalding:
Á heimasíðuni country.fo ber til at keypa atgongumerki.
Atgongumerki í samband við húsvognar og tjalding, verða bert avgreidd av Vága kunningarstovu.
Av tí at avmarkað pláss er til húsvognar á økinum, verða hesi bert seld til vognar við tilknýttum atgongumerkjum. Tá bílagt verður skal stødd á vogninum upplýsast. Pláss er fyri umleið 70 vognum, men arbeitt verður við at finna møguleikar fyri at økja hetta talið.
Tiltakið fer fram á Dungasandi í Sørvági, har rúm verður millum annað fyri stórum og lítlum palli, camping, countrygøtu, ríðing, kanorógving, hoppiborgum, klatriveggi.
Klondike (Biohøllin) verður skipað sum country-matstað fyri vitjandi og Wild West kemur til heiður og æru við síni sjarmerandi countryinnrætting.
Verið øll hjartaliga vælkomin á Country- og Blues Festival 13. og 14. Juni 2014.
Sørvágs Country & Blues Festivalur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald