Mentan

SORGARS??GA GIVIN ??T Í B??K

...

2013-11-28 01:48 Author image
placeholder

SORGARS??GA GIVIN ??T Í B??K

33 hús og 13 einkjur í einari bygd!

Undirritaði skrivar, at har eg ferðaðist sum barn Innan Glyvur, hoydi eg nógv tos um sluppina Immanuel, sum gekk burtur á vári 1932. Eg skilti ikki so nógv av prátinum sum heilt lítil, men tá eg var vorðin ein stórur smádrongur, byrjaði eg at spyrja inn til hetta við Immanuel.

Omma mín Innan Glyvur, Poulina Djurhuus, átti ein fosturson, Poul Jóhannes Djurhuus, bert 16 ára gamal, sum fórst við Immanuel, og kona abbabeiggja mín, Karolina, sum eisini búði innan Glyvur, misti mannin, Didrik Djurhuus, við Immanuel. Hon giftist seinni við sváginum, Anton Djurhuus.

Eg kann minnast, at tað varð tosað um allar einkjurnar og børnini, sum sótu einsamøll yviri í Søldafirði. Tað varð tosað og mett um hvussu Immanuel man vera gingin burtur. Tað varð eisini tosað um, tá róp kom í, at Immanuel sást koma siglandi inn um Saltnesgrynnuna, og tað varð tosað um, tá vónin til endans slóknaði.

Smádrongurin og ungi drongurin, sum í dag er 63 ára gamal, kann ikki minnast eina einastu ferð at hava hoyrt eitt beiskt orð í hesum sorgartosi, men hann kann minnast, at hann hoyrdi tey siga, ???at Harrin var góður!???

Sorgarleikurin í bók

Nú er bók komin út um sluppirnar báðar, Immanuel og Lauru, sum gingu burtur sama dag. ??tgávusamkoma var hildin í Løkshøll mánakvøldið 25. novembur kl.19.30, har borgarstjórin, Magnus Rasmussen, bjóðaði vælkomin og hevði nakrar hugleiðingar um, at við ættarbondum í Søldafirði, so kundi hann minnast, at hann í sínum uppvøkstri hoyrdi tey eldru tosa nógv um, tá Immanuel gekk burtur.

Rithøvundurin, Páll Kunoy, hevði bjóða vinmanninum, Eyðun Joensen, sálarfrøðingi at luttaka við nøkrum hugleiðingum og at ummæla bókina. Hetta gjørdi Eyðun bæði væl og virðiliga. Eyðun kom inn á sjómanskvinnurnar, sum passaðu børn og heim, meðan maðurin var á sjónum, og at hesar mangan upplivdu, at maðurin als ikki kom aftur: ???Kvinnur gjørdust menn, einkjur og børn hetjur, sum komu væl undan.............aloftast verður tikið til, at ???teir bygdu land,??? men tað átti at verið ???tey bygdu land;??? hesi hava so søtliga uppiborið ein minnisvarða!???

Bókin eitur, GINGU BURTUR SOMU NÁTT ??? IMMANUEL OG LAURA. Páll hevur skrivað aðrar bøkur um skip, sum eru gingin burtur. Tað hevur verið nógv skrivað um Immanuel og Lauru ígjøgnum tíðina, men her kemur so aftur eitt áhugavert dokument um lagnuna hjá føroyska fiskimanninum og tey, sum sótu heima.

Rithøvundurin sigur í forðorðinum, at Sjófrágreiðingarnar eru fátækar við upplýsingum, men samrøður við eftirkomarar hjá teimum farnu eru áhugaverdar og serstakar. Páll hevur havt tílíkar samrøður við í alt 12 persónar, sum eru endurgivnar í bókini.

Bókin er løtt og skjót at lesa við sínum 108 síðum og nógvum myndum. Bókin verður givin út av forlagnum Vallalíð, og kann keypast á sølustøðum kring landið.

Ein ófør Jólagáva!!!

Poul Jóhan Djurhuus [[email protected]]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder