JN

Sorgarbólkur í Vága prestagjaldi

...

2015-04-13 21:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vága prestagjald.

Sorgarbólkur

Flest øll kenna til sorg og sakn, og at missa ein sum hevur staðið okkum nær. Sorgin, hevur nógv, ymisk andlit, og er ein partur av lívinum. Tað er tí umráðandi at geva sorgini rúm, at vit við kærleika og virðing fyri okkum sjálv - og teimum, vit hava mist, geva okkum tíð til at syrgja.

Í Vága prestagjaldi verður nú givið høvið til at koma við í ein sorgarbólk. Ein sorgarbólkur er eitt sosialt frírúm, har møguleiki verður at tosa um sorgina, ein er í saman við øðrum, sum eru í somu støðu, sum eisini kenna sorg og sakn yvir at hava mist ein kæran.

Kunnandi fundur verður í kirkjukjallaranum í Miðvágs kirkju 4. mai 2015 kl 19,30

Marit Magnussen, sálarviðgeri

Marjun í Kálvalíð, prestur

Inga Poulsen Dam, prestur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder