Ítróttur

Søren spælir ikki við 07 Vestur næsta kappingarár

...

2016-12-28 16:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

26 ára gamli danin Søren Brøsted Nielsen spælir ikki við 07 Vestur næsta kappingarár, tað váttar hann fyri jn.fo í dag.

Søren hevur verið ein fongur fyri 07 Vestur, hann spældi 21 dystir, og við sínum 26 málum gjørdist hann toppskjútti fyri 07 Vestur. Hann var eisini valdur til ársins spælara hjá felagnum.

Søren sigur, at hann og 07 Vestur klára ikki at semjast um ein nýggjan sáttmála, og leitar hann tí nú eftir nýggjum felagið.

Søren segði í samrøðu við JN.fo fyri tíð síðani, at hann hevði brúk fyri einum nýggjum startskotið til fótbóltin, og tí kom hann til 07 Vestur.

Les her samrøðuna jn.fo gjørdi við Søren til 07 Vestur blaði.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder