2015-09-03 22:38
Sonni Ragnar Nattestad verjuspælari á føroyska landsliðnum væntar, at Føroyar fara at vinna landsdystin móti Norður Írlandi í morgin.
Eftir tíðindafundin í dag, segði Sonni Ragnar við JN.fo, at hann væntaði at Føroyar fara at vinna landsdystin í morgin.
- Eg havi einki felag í løtuni, tí eri eg ikki í góðum dystarformi, men eg havi aldrin verið so væl fyri fysiskt. Eg havi seinastu tíðina vant við B36, og havi eisini vant sjálvur styrkivenjing, sigur Sonni Ragnar.
- Eg gleði meg ótrúliga nógv, at spæla í morgin. Tað er altíð stuttligt, at spæla á Tórsvølli, men Skansin hevur gjørt stemmingin enn betur á Tórsvølli, sigur ein sera spentur Sonni Ragnar við JN.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald