Portal.fo skrivar: Nýggjasta stjørnuskotið á føroyska fótbóltshimmalinum, Sonni Ragnar
Nattestad, var fyri fyrstu ferð við frá byrjan í einum superligadysti,
tá FC Midtjylland møtti Brøndby á heimavølli í kvøld.
Sonni Ragnar Nattestad spældi ein góðan dyst, men Brøndby vann 1-0 við
einum máli, sum Martin ??rnskov gjørdi, tá góðir fimm minuttir vóru eftir
av dystinum. Málið kom eftir innlegg úr høgru síðu, har Quincy Antipas
við eini snildari hælsending lumpaði FC Midtjylland-verjuna.
Fyrrverandi danski landsliðsspælarin Jesper Grønkjær var viðmerkjari hjá
TV3+, sum vísti dystin beinleiðis. Hann hevði nógv gott at bera
føroyska verjuspælaranum hjá FC Midtjylland og samanbar hann við Mathias
???Zanka??? Jørgensen, sum FCK seldi til PSV Eindhoven í fjør.
Nú danska kappingin næstan er komin í helvt, er FC Midtjylland framvegis
á odda við 30 stigum, nú fyri 16 dystir. Men kappingin er rættiliga
jøvn, og líkt er til, at øll liðini kunnu taka stig frá hvørjumøðrum. Í
annaðkvøld spæla AaB og FC Nordsjælland, og við einum sigri kann AaB
koma upp á sama stigatal sum FC Midtjylland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald