Fram til fríggjardagin tann 5. desember kundu viðhaldsfólk hjá AC Horsens vera við til at velja ársins spælara hjá AC Horsens. Tað skrivar fótbóltfelagið á heimasíðu síni.
- Eg atkvøddi fyri Sonni Ragnar Nattestad, tí eg haldi, at hann hevur spælt sera væl í seinnu hálvu og verið sera stabilur á sínum plássi á vøllinum, so Sonni Ragnar hevði mest uppiborið atkvøðuna, sigur Jens Christian Petersen við achorsens.dk, sum er ein av teimum, ið hava atkvøtt.
Les eisini: Sonni Ragnar er glaður fyri heiðurin.
Top 5 í atkvøðugreisluni til ársins spælara, sær soleiðis út.
1. Sonni Nattestad - fekk 23% av stemminum
2. Janus Drachmann - fekk 17,9% av stemminum
3. Jakob Busk - fekk 11,6% av stemminum
4. Jeppe Mehl - fekk 7,7 % av stemminum
5. Jacob Berthelsen - fekk 6,8% av stemminum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald