Ítróttur

Sonni Ragnar úttikin til U21 landsliðið

...

2013-09-30 21:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Bill M. Jacobsen og Heðin Askham, U21-landsliðsvenjarar, hava úttikið føroyska hópin til EM-undankappingardystin ímóti Týsklandi tann 15. oktober.

Týsdagin 15. oktober skal føroyska U21-landsliðið í eldin aftur, tá føroyska liðið skal royna seg á útivølli ímóti Týsklandi. Fyrr í hesum mánaðinum spældu somu lið á Tórsvølli, og hóast talan var um ein javnan dyst, so vunnu týskarar til endan 3-0.
Nýggir í hópinum eru Brandur H. Olsen, ið til dagliga spælir við FC København, og Tróndur Jensen, úr HB.

Har afturat eru Sonni Ragnar Nattestad, FC Midtjylland, og Rene S. Joensen, Brøndby IF, tøkir aftur, eftir at báðir vóru skaddir til fyrra dystin móti týskarum.

Teir 18, ið Bill og Heðin hava úttikið hesaferð, eru hesir:

Málverjar:
Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn
Hallgrím G. Hansen, ÍF Fuglafjørður

Verjuleikarar:
Bárður Hansen, Víkingur
Sonni Ragnar Nattestad, FC Midtjylland (DK)
Hørður Askham, B36 Tórshavn
Pál Mohr Joensen, HB Tórshavn
Beinir Ellefsen, AB Argir
Rene S. Joensen, Brøndby IF (DK)

Miðvallarar:
Rógvi Joensen, TB Tvøroyri
Ivan Joensen, KÍ Klaksvík
Tróndur Jensen, HB Tórshavn
Brandur H. Olsen, FC København (DK)
Heðin Klakstein, KÍ Klaksvík
Ari ??. Ellingsgaard, ÍF Fuglafjørður

Framherjar:
Gilli Sørensen, B36 Tórshavn
Árni Frederiksberg, NSÍ Runavík
Gunnar Zachariassen, EB/Streymur
Poul Ingason, TB Tvøroyri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder