Ítróttur

Sonni Ragnar: Tí skifti eg felag

...

2015-01-13 04:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sonni Ragnar Nattestad, sum í heyst hevur spælt við AC Horsens, hevur í dag tikið avgerð um, at fara aftur til FC Midtjylland.

JN.fo hevur verið í samband við Sonna Ragnar, hann sigur, at nú var tíðin aftur komin til at fara til FCM, eftir at hann var leigaður út til Horsens. Nú fari eg at seta meg niður saman við mínum agenti, og so fara vi at tosa tingini ígjøgnum, um eg skal vera verandi í FCM ella um FCM skal leiga meg út. Ein av grundinum til at eg fór aftur til FCM - var at felagið vildi hava meg heim.

Vit spurdu hann hvussu tað hevði verið at spælt í AC Horsens.

- Horsens hevur verið eitt gott stað at vera, har eg havi ment meg rættuliga nógv sum leikari, men tíðir broytast, og grundin til at eg nú velji at fara aftur til FCM er, at pengarnir í Horsens ikki eru har teir skulu vera, og tí tímdi eg ikki at vera í Horsens meira, sjálvt um tað hevur verið eitt sera gott hálvár har.

Hvat merkir tað fyri teg, at fara frá einum felagi har áskoðarnir valdu teg til besta spælara í heyst?

- Eg fari at sakna áskoðarnar nógv, eisini mínar liðfelagir í Horsens, men tað er sum tað er, tað var stuttligt hjá mær at vera valdur til ársins spælara í felagnum.

Tá vit spurdu Sonna Ragnar um hann væntaði, at fáa nógva spælitíð nú hann aftur fór til oddaliðið í bestu donsku-deildini svarar hann. 

- Sjálvandi um eg endi í FCM nú, so fari eg at gera alt fyri at fáa spælitíð, men til seinast er tað altíð venjarin, sum setur liðið.

Ert tú klárur at kempa fyri einum føstum plássi hjá felagnum?

- Ja, um man spælur á einum liðið, so er man altíð klárur at kempa um plássini, og tað fari eg eisini at gera líkamikið hvar eg spæli.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder