AC Horsens hevði leiga Sonna Ragnar Nattestad fram til summar, men nú eru partarnir samdir um at Sonni Ragnar aftur skal leika við FC Midjylland.
Tað var í summar at FCM leigaðu Sonna Ragnar út til AC Horsens. Avtalan ljóðaði uppá at Sonni Ragnar skuldi verða í Horsens til summar, men FCM kundi taka hann aftur í januar, sum teir nú hava gjørt.
- Frá AC Horsens síðu, hava vit veri nøgdir við samanarbeiði vit hava havt við Sonna Ragnar í heyst. Sonni Ragnar spældi teir flestu dystirnar í verjuni, og av teimum var spæli heil UG, sigur Henrik Ravn til heimasíðuna hjá AC Horsens.
- Ein partur av avtaluni var tó at Sonni Ragnar kundi venda aftur til FCM longa nú í januar, sum hann eisini nú hevur gjørt. So vit ynskja Sonna Ragnar alla held víðari í hansari fótbólt-framtíð.
Tann 20-ára gamli Sonni Ragnar spældi 13 dystir og skoraði tvey mál fyri Horsens, tað skrivar bold.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald