Ítróttur

Sonni Ragnar og FC Midtjylland vunnu aftur

...

2013-08-03 00:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FC Midtjylland, sum er á fyrsta plássi í bestu donsku deildini, hevði í kvøld vitjan av SønderjyskE, sum liggja á einum triðja plássi. Áðrenn dystin hevði FC Midtjylland 2 stig meira enn SønderjyskE. Hetta var samstundis fyrsti dystur í triðja umfari í bestu donsku deildini. 

FC Midtjylland vann dystin 2-1 aftaná hálvleiks-støðuna 0-0. Fyrri hálvleikur hevði ikki nógv at bjóða uppá.

Tað vóru SønderjyskE, sum løgdu seg fram um, tá ið 55 min vóru spældir. Andreas Oggesen slapp leysur í vinstru síðu og hann legði bóltin eftir jørðini inn í feltið hjá FC Midtjylland og har var Nicolaj Madsen, sum uttan trupuleikar kundi seta bóltin í málið. Nú fóru FC Midtjylland longur fram á vøllin, og tað gav úrslit. Teir fingu bóltin inn í málið hjá SønderjyskE, men dómarin dømdi offside. FC Midtjylland stoppaðu ikki við at pressa fyri tað, og tá ið 81 min vóru spældir javnaðu FC Midtjylland til 1-1, tað var Sylvester Igboun, sum fekk prika bóltin inn um strikuna. 

Aftaná 87 min. vóru spældir kom siðursmálið -  Morten "Duncan" Rasmussen skallaði bóltin í málið, sum Jesper Juelsgaard hevði spælt inn í feltið.

Sonni Ragnar sat allan dystin á bonkinum.


Støðan: http://www.bold.dk/fodbold/danmark/superligaen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder