Ítróttur

Sonni Ragnar hevur skrivað undir við Molde

...

2016-12-12 11:49 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tá Føroyar spældi móti Sveis 13. novembur, var venjarin hjá Molde - Ole Gunnar Solskjær - millum áskoðarnar. Sonni Ragnar Nattestad fór stutt eftir dystin á vitjan í Norra, og hugdi eftir umstøðunum hjá felagnum. Hann lat væl at teimum tá.

22-ára gamli miðvingurin, fór til Norra í gjár, og hevur verið til læknakanning hjá felagnum í morgun. Fyri einari lítlari løtu síðani hava hann og Molde skrivað undir ein 3 ára sáttmála.

Molde endaði á 5. plássið í bestu deildini í Norra seinasta kappingarár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder