2015-02-02 19:48
Sambært bold.dk, so verður Vejle tað nýggja felagi, sum Sonni Ragnar Nattestad, verður útleigaður til. Í løtuni hevur Sonni Ragnar sáttmála við FC Midtjylland(FCM).
Tað var í januar, at AC Horsens og Sonni Ragnar samdust um at samstarvið skuldi halda uppat, Sonni Ragnar var leigaður út til AC Horsens hetta kappingarárið út, men hann valdi at fara aftur til FCM í januar.
Vejle er í løtuni nummar nýggju í næstbestu donsku deildini.
- Eg kann ikki gera nakrar viðmerkingar. Men eg kann siga, at vit hava fingið sáttmálan uppá pláss í dag, sigur ítróttastjórin í Vejle Steen Thychosen við bold.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald