Sum JN.fo skrivaði fyrr í dag, so er 20 ára gamli Sonni Ragnar Nattestad úr Miðvági valdur til ársins spælara hjá fótbóltfelagnum AC Horsens
AC Horsens, sum hevur leigað miðvingin úr FC Midjylland síðan august í ár, kunnu bara vera vælnøgd, tí viðhaldsfólkini hjá felagnum hava valt hann til ársins spælara. Í leiguavtaluni stendur at Sonni Ragnar er bundin at felagnum til í summar, AC Horsens liggur í løtuni nummar 5 í næst bestu donsu deildini. Men FC Midjylland kann taka Sonna Ragnar heim nú í vetrarhálvuni, FC Midjylland liggur fremst í donsku superliguni.
Sonni Ragnar byrjaði sína fótbóltkarrieru í barndómsfelagnum MB í Miðvági, tá ið hann var 7 ára gamal. Tá ið Sonni Ragnar var 16 ára gamal skifti hann til 07 Vestur, har hann var í 2 ár, síðan fór hann til Danmarkar at royna eydnuna í FC Midjylland, har hann var til í august í ár.
Við JN.fo, sigur Sonni Ragnar, at hann er farin at leika við AC Horsens fyri at fáa spælitíð og at menna seg, sum fótbóltspælara. Viðari sigur Sonni Ragnar við JN.fo, at tað er sera stuttligt at fáa heiðurin sum ársins spælari í felagnum, tí hann heldur sjálvur, at hann hevur uppiborið hann. Sonni Ragnar heldur, at tað hevur gingið sera væl hjá honum, meðan hann hevur verið í AC Horsens, tí eri eg sera glaður fyri, at viðhaldsfólkini hava valt meg, sum ársins spælara.
Sonni Ragnar, sum hevur sáttmála við FC Midjylland til í 2018, sigur at enda við JN.fo, at hansara stóra mál, sum fótbóltspælari er at sleppa at leika við onkrum av teimum stórstu feløgnum í heiminum.
Les eisini: Sonni Ragnar valdur til ársins spælara hjá AC Horsens.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald