Ítróttur

Sonni Ragnar byrjar at venja aftur í dag

...

2017-06-13 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Sonni Ragnar Nattestad skifti til Molde í bestu norsku deildini í desembur í fjør, men hann fekk eina heldur keðiliga byrjan í nýggja felagnum tá ið hann bleiv skaddur í februar mána. 

Venjingin var annars liðug, men so fór Sonni Ragnar at venja sjálvur saman við venjarnum hjá felagnum, og tá bleiv hann skaddur, og hevur siti uttanfyri síðani í februrar.

Sonni Ragnar byrjar at venja saman við hinum spælarunum í felagnum í dag, annars hevur hann bert vant styrki einsamallur í seinastuni. Sonni Ragnar sigur við jn.fo, at hann væntar at vera klárur aftur um 4-5 vikur.

Molde er nummar 7 í bestu norsku deildini í løtuni.

Myndin er tikin til landssdystin fríggjadagin, har sat Sonni Ragnar uttanfyri vegna skaða, men fer væntandi skjótt at spæla aftur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder