Ítróttur

Sonni fyrstu altjóða dystirnar

...

2015-11-02 20:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í sambandi við Nevza-kappingina í flogbólti, sum júst hevur verið í Onglandi, var Sonni Zachariassen við sum dómari fyri Flogbóltssamband Føroya. Sonni er kendur dómari í føroysku landskappingini, men hetta er fyrsta altjóða uppgávan hann hevur havt. Sonni hevur hesar dagarnar havt nógvar dómarauppgávur. Tvær ferðir fyrstidómari, eina ferð annardómari og tríggjar ferðir eykadómari.

Størsta og mest krevjandi uppgávan var dysturin sum fyrstidómari millum Danmark og Svøríki hjá dreingjunum. Hetta er ein av krútdystunum í hvørji kapping, og hesin dysturin var einki undantak. Svøríki vann tvey tey fyrstu settini, áðrenn Danmark megnaði at venda gongdini mitt í 3. Setti, og dysturin endaði púra javnur og varð ikki avgjørdur fyrr enn í 5. setti, tá ið nógv stóð á hjá báðum liðum.

Ígjøgnum alla kappingina hevur innanhýsis eygleiðing verið, og Sonni fekk góð skotsmál fyri dømingina í dystinum millum Svøríki og Danmark og fyri kappingina yvirhøvur, umframt at hann hevur fingið góð ráð frá hinum meiri royndu dómarunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder