Sonja J. Jógvansdóttir skrivar á Facebook í kvøld: (Sonja fekk 1.021 atkvøður)
Eg havi í kvøld boðað formanninum í Javnaðarflokkinum frá, at eg ikki longur eri partur av tingmanningini hjá Javnaðarflokkinum. Eg stuðli framvegis samgonguni, men tað verður sum leysgangari.
Orsøkin til hesa støðu er, at eg sum samkynd ikki kann verða partur av einum politiskum flokki, sum í samgongusamráðingunum hevur blokerað fyri, at borgarlig vígsla hjá samkyndum verður partur av samgonguskjalinum, ella at tað yvirhøvur verður nevnt.
Hetta er stórt spell, tí eg veit, at tað eru nógv í Javnaðarflokkinum og í tingmanningini, sum taka undir við borgarligari vígslu av samkyndum, men tíverri eru tað teir fáu, sum rópa harðast sum sleppa at seta dagskránna í flokkinum í hesum máli. Eg kann ikki verða partur av einum flokki, har tað er ein homofobiskur hugburður hjá nøkrum fáum sum ræður, tá tað kemur til rættindini hjá einum minniluta.
Eg var vitandi um, tá ið eg stillaði upp fyri flokkin, at tað vóru røddir í flokkinum, sum vóru ímóti samkyndari giftu, og at hvør einstakur sleppur at atkvøða eftir egnari sannføring í slíkum málum. Men tá ið valúrslitið kom 1. september har frísinnaði vongurin í føroyskum politikki vann stórt, og har tey sum vóru harðast ímótu samkyndari giftu fullu ein fyri og annar eftir, var eg ikki í iva um, at hesir vindar eisini blástu ígjøgnum Javnaðarflokkin. Men samgonguskjalið er greitt tekin um, at so er tíverri ikki.
Hetta snýr seg ikki um eitt tilvildarligt mál ella ósemju, hetta snýr seg um mítt lív sum samkynd. Eg havi alt mítt vaksna lív stríðst fyri javnbjóðis rættindum, og tað stríð fari eg ongantíð at lata nakran politiskan flokk køva.
1021 fólk vístu mær álit 1. september, og eg fari á ongan hátt at svíkja hesi, og kann til einhvørja tíð hyggja hvønn einstakan í eyguni, tí tað eg fór til val uppá fari eg eisini at gera alt fyri at fáa framt.
Eg fór til val uppá eina sosiala dagskrá, og fari at brúka alla mín tíð og orku til m.a. at fáa lyft øll børn burturúr fátækradømi, tryggja teimum 2600 kvinnunum í Føroyum, sum liva í fátækraváða, virðilig livikor. Bústaðarpolitikkurin má eisini endurskoðast, og tað má verða møguligt hjá láglønarbólkum, lesandi, støkum uppihaldarum o.ø at fáa góðar og bíligari leiguíbúðir at búgva í. Mín tingsessur skal burturav brúkast til at betra um umstøðurnar hjá øllum teimum, sum hava tað allar truplast í føroyska samfelagnum.
Eg havi á ongan hátt, við at fara úr Javnaðarflokkinum í kvøld, slept mínum veljarum ella vallyftum uppá fjall. Eg fari á løgtingið at stríðast fyri teimum, sum valdu meg og fyri teimum málum, sum 1021 fólk valdu meg uppá. Eg havi heldur ikki slept hugsjónini um samhaldsfesti og javnrætt. Hetta fer at verða tað berandi í mínum politiska arbeiði á tinginum.
Mítt mál er at hála føroyskan politikk til vinstru og gera hann meira reyðan. Fólkaflokkurin má ikki sleppa aftur til valdið, tí stuðli eg framvegis samgonguni, og var eisini við til at velja Aksel V. Johannesen til løgmann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald