Sonja Jógvansdóttir skrivar á Facebook: Um nakar skuldi ivast, so eri eg ikki partur av samráðingunum um nýggja samgongu við Miðflokkin. Eri ikki boðin við og gott tað sama. Tí at lata Miðflokkin aftur sleppa at seta dagskránna í føroyskum politikki er burturúr vón og viti
Tað er ikki orsakað av mær, at Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn samráðast við Miðflokkin um nýggja samgongu. Eg havi hildið allar avtalur við samgonguna.
Fyri nøkrum døgum síðani skrivaði Jenis hetta á sín vanga: ???Tú gloymir tann 4. og avgerðandi persónin í verandi samgongu, hana sum stýrir hesari! Miðflokkurin kann aldrin gera samgongu ella avtalur við verandi samgongu (3 flokkar + uttanflokka tingkvinnuna), men at fáa hana burturúr samgonguni og Miðflokkin inn, saman við teimum broytingum vit ynskja, tað vildi verið eitt vælsignilsi fyri Føroyar ???
Tað er púra greitt, hvat dagskráin hjá Miðflokkinum er ??? tað váttað tey 18 punktini hjá teimum eisini!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald