Vinna

Sonja Davidsen hevur gjørt sítt egna klædnamerkið

...

2016-11-21 17:00 Author image
jóanis Albert Nielsen
placeholder

20 ára gamla Sonja Davidsen úr Miðvági, sum býr í Keypmannahavn, hevur gjørt sítt egna klædnamerkið

Sonja Davidsen hevur arbeitt sum model síðani hon var 17 ára gomul, og sigur hon við JN.fo, at tað gongur væl at vera model, hon gongur model fyri nøkur bestemt merkir í løtuni.

Sonja sigur, at tað hevur tikið langa tíð at sniðgeva undirklæðini, tí hon byrjaði at sniðgeva tey í desember í fjør. Sonja Davidsen hevur sjálv sniðgivið undkirklæðini. Hon eigur felagið saman við tveimum øðrum.

Hevur stórar planir

Í løtuni fæst OW Intimates til keyps í Danmark og Svøríki. Tó kann man keypa undirklæðini í øllum heiminum, tí man kann keypa tey á netinum. Seinni í vikuni opnar Sonja Davidsen sín egna nethandil, tað verður tann 25. november.

Sonja sigur við JN.fo, at ætlanin er at selja vøruna í øllum heiminum, og at tær skulu opna sín egna handil. Tær hava fyri stutt síðani fingið ein agent í Týsklandi, sum skal selja undirklæðini í Týsklandi, Eysturríki og Sveis.

OW Intimates fæst til keyps í Føroyum frá 1. desembur í SoulMade i Havn og í Insito á Toftum.

Niðanfyri er ein filmur ið vísir OW Intimates.

Vitja heimasíðuna her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder