2016-08-17 13:46
Føroya Ríðingarfelag: Aftaná ólavsøkukappríðingina var sagt at tað helst ikki kundi gerast javnari enn tað sama. Men tað kundi tað. Tað prógvaði kappingin á flúgvarabedingini í Vágum farna vikuskiftið.
Á ólavsøku var tað Fúsi og Zacharias R Jacobsen ið átti munin á Onnu Magnussen og Freyr, men hesiferð skuldi Fúsi dystast móti Brá hjá Grækaris Joensen. Brá dystast vanliga í Tvíspor ung, men av tí at Ragnheiður ??lafsdóttir sum plagar at ríða Brá, var í Norra og reið NM var Brá flutt upp í Tvíspor vaksin og var tað garvaði reiðmaðurin Ingi S. Rasmussen, sum skuldi ríða Brá.
Mett var at Brá hevði ein møguleika at koppa Fúsa, hesin møguleiki gjørdist helst ikki minni av at breytin í Vágum er 250 metrar, í mun til tí í Havn sum er 500 metrar.
Fólk vóru eisini sera spent til hendan dystin, óvanliga nógv fólk vóru komin at hyggja at og gjørdist tað eisini júst so spennandi sum vænta. Brá fleyg út úr startboxini og longu aftaná 50 mtr. var hon væl frammanfyri. Nú skuldi hendan leiðslan so verjast seinastu 200 metranar á mál. Tað skuldi tó vísa seg at ikki gerast heilt so einfalt, fleirfaldi føroyameistarin Fúsi vildi ikki geva seg uttan dyst.
Fyri hvønn metur minkaði munurin og tá tey nærkaðust málinum var mest sum javnt, Brá og Ingi megnaðu tó at halda múlan frammanfyri og vunnu riðil og samstundis Tvíspor vaksin l flokkur.
Bæði rossini høvdu somu tíð 18,5 sek, men málmyndatólið vísti at Brá átti munin. Freyr og Anna Magnussen kappaðust hesuferð móti Fimi við Beintu G. Davidsen á baki. Freyr vann rímiliga trygt sín riðil við tíðini 19,1 sek. Hetta rakk hesuferð til triðjapláss aftanfyri Brá og Fúsa.
Nú bíða øll í spenningi til 500 metrar á Marknagili tá heystkappríðingin í Havn verður har 3 septembur. Flest reiðfólk munna gleðast um stóru luttøkuna og at síggja so jøvn ross á kappingarbreytinum.
??ll úrslitini frá heystkappríðingini hjá Vága Ríðingarfelag kunna síggjast á leinkju her:VR heystkappríðing 2016
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald