2016-06-05 13:55
Tíðliga í morgun fann útróðrarbáturin Sunneva eina stóra grind, men hon kavaði og mistu teir hana tí vekk.
Men manningin á Sunnevu kom ikki heim ongul í reyv, tí teir fingu henda stóra kalvan stutt eftir at grindin var sloppin. Kalvin er 208 cm langur og mett verður at hann vigar um 200 pund.
Myndirnar hevur Dánial Christoffersen tikið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald