- Eg eri sjálvandi øgiliga glaður fyri hendan heiður, og sum heild hevur hetta árið hepnast væl, sigur Sølvi Vatnhamar, sum á ársins seinasta degi fekk handað heiðurin, at hava skorað ársins mál.
Seinastu vikuna hava vitjandi á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya kunnu atkvøtt um, hvat mál skal verða ársins mál 2016 í EFFO-deildini.
Atkvøðugreiðslan varð skipað soleiðis, at atkvøðurnar á heimasíðuni taldu 50 prosent, meðan atkvøðurnar hjá ítróttarjournalistunum og ???Serfrøðingunum??? á FSF.fo, Leivur Frederiksen, Tróndur Arge og Jákup ??sá taldu hina helvtina.
Tá allar atkvøðurnar, bæði tær á heimasíðuni og tær hjá Serfrøðingunum vóru taldar saman, var tætt ??? øgiliga tætt ??? ímillum Sølva Vatnhamar og Súna Olsen. Fínteljing mátti til, og tá avtornaði fór miðvallarin úr Víkingi, Sølvi Vatnhamar avstað við heiðurinum at hava skorað ársins mál 2016 í føroyskum fótbólti.
Umframt heiðurin og eina plátu, við áskriftini ???Ársins Mál 2016???, fær Sølvi Vatnhamar eisini eitt gávukort á 1.000 krónur frá EFFO.
- Spell at vit ikki vunnu Løgmanssteypið eisini. So hevði fótbóltsárið verið fullkomið, sigur Sølvi Vatnhamar at enda við heimasíðuna hjá FSF.
Fyrr í ár var fryntligi leirvíkingurin við til at vinna føroyameistaraheitið við Víkingi, og stutt eftir at kappingin endaði bleiv Sølvi Vatnhamar valdur til ársins spælara í føroyskum fótbólti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald