2015-10-15 03:00
07 Vestur: 4. leikarin, sum júst hevur undirskrivað sáttmála, er 20 ár gamli Sølvi Egilsson, sum hevur verið ein av lyklaleikarunum í júst farna kappingarárið við 25 dystum og 4 málum.
Sølvi Egilson úr Sandavági, kom aftur úr Danmark í fjør summar, eftir fótbóltsuppihaldi í Silkeborg. Eftir at verða blivin fríður fyri skaða, hevur hann veruliga verið ein av lyklaleikarunum í ár, við 25 dystum. Flestu dystirnar hevur Sølvi spælt á álopskenda miðvøllinum, antin mitt fyri ella í høgru síðu. At enda bleiv hann fluttur heilt fram, og skoraði eisini hattrick í seinasta dystinum.
Vit ynskja Sølva góða eydnu í komandi kappingarárið!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald