Ítróttur

Sølvi Egilsson svarar spurningum

....

2013-10-05 16:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Átjan-ára gamli sandavágsdrongurin Sølvi Egilsson, gongur í skúla í Danmark og venur fótbólt við Silkeborg. Sølvi er eisini á U-19 landsliðnum í fótbólti. Vit hava sett Sølva nakrar spurningar.

Nær byrjaði tú at spæla fótbólt?

Eg byrjaði at venja sum 6 ára gamal.

Hvussu nógv og hvussu ofta venur tú fótbólt um vikuna?

Eg venji 7 ferðir um vikuna, tríggjar ferðir morgun venjing kl.07.00 og so fýra venjingar seinnapart kl.16.30. Venjingar eru 1,5 tímar langar, men morgunvenjingarnar plaga at verða eitt sindur stytri.

Hvussu ofta venur tú styrkivenjing um vikuna?

Tað er øgiliga ymiskt. Eg havi ikki tað stóru tíð til at styrkivenja. Tá ið eg komi heim frá skúlanum skal eg beinavegin venja, so skal eg gera døgurða og skúlating aftaná, men eg royni at styrkivenja tá tíð er til tað. Styrkivenjing er fast einaferð um vikuna, og um man heldur at tað ikki er nokk, so má man sjálvur fara at venja. Men um veturin er styrkivenjing fast tríggjar ferðir um vikuna.

Hvør er stórsta fyrimynd hjá tær?

Eg havi altíð sæð upp til David Beckham. Tá hann flutti felag fra Manchester United til Real Madrid so byrjaði eg at halda við Real Madrid, og tá ið vit spældu dyst so vildi eg altíð hava blus nr.23, tí tað var tað sum Beckham brúkti.

Hevur tú íðkað annan ítrótt?

Eg havi vant hondbólt og flogbólt øgiliga nógv. Eg byrjaði at venja hondbólt sum 10 ára gamal oghelt á til eg var 17, eg byrjaði at venja flogbólt sum 13 ára gamal og helt á við tí, til eg var 17. So havi eg eisini runnið nógv, Sum 10 ára gamal gørdist eg FM vinnari í renning, men eg gavst árið eftir tí at rennikappingarnar lógu altíð sama dag sum fótbóltsdystirnir. Eg havi eisini telvað, har eg eisini bleiv FM vinnari, og so havi eg eisini róð kapp.

Íðkar tú annan ítrótt?

Nú er tað fótbóltur fulla tíð.

Hvat gjørdi at tú fórt niður til Danmarkar at ganga á Silkeborg gymnasium?

Tað var mest fyri  fótbóltin, og tann møguleikan at venja á høgum støði og taka student samstundis.

Hugsar tú nógv um at eta rætt?

Ja, eg royni at eta sunt og eta fastar tíðir á degnum.

Hvat er tín størsta ítróttahending?

At verða sloppin inn á SilkeborgFfootball College er tað størsta, sum er hent hjá mær. At kunna gera tað sum eg altíð havi droymt um, og venja tann ítrottin sum eg altíð havi elskað mest.

Hvussu langt ætlar tú at røkka við fótbóltinum?

Máli er at koma á fyrsta liði hjá Silkeborg.

Hvat er tín størsta styrki?

Mín størsta styrki vildi eg sagt er ágrýtni og vilji.

Hvat er tín veika síða?

Tað má nokk vera at eg sigi heldur for lítið enn for nógv.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder