Lýsing

Sølu/logistikkleiðari til Faroe Origin

....

2016-07-04 16:14 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Søkt verður eftir ágrýtnum søluleiðara til Faroe Origin at byrja skjótast gjørligt. Søluleiðarin fer at hava ábyrgd av allari sølu og flutningi/logistikki av vørum, sum verða framleiddar á virkinum hjá Faroe Origin í Runavík. Talan er í høvuðsheitum um feskar og frystar vørur, framleiddar úr upsa og øðrum botnfiski.

Førleikakrøv: Vit vænta, at umsøkjarin hevur útbúgving innan sølu og logistikk, tó er hetta ikki nøkur treyt. Umsøkjari við líknandi royndum kann hava fyrimun. Viðkomandi má verða samstarvssinnaður og kunna arbeiða í toymi. Umsøkjarar við góðum málsligum førleikum hava fyrimun. Gott handilsligt tev er eisini gott í slíkum starvi. Kunnleiki til bókhald ??? herundir fakturering og goymsluskipanir - er ein fyrimunur. Tú verður sum søluleiðari partur av leiðslubólkinum hjá felagnum. Arbeiðsstaður er Runavík. 

Vit bjóða: Eitt spennandi starv, har tú fer at standa á odda fyri sølu og marknaðarføring hjá Faroe Origin. Lønin verður sambært avtalu við leiðsluna. 

Tilvísing: Tú kemur at vísa til stjóran í felagnum.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jens Paula Petersen á tlf 550650 ella senda teldupost til: [email protected] 

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Umsókn við øllum við- komandi skjølum verður at senda í seinasta lagi hin 11/7-2016 til: 

Faroe Origin 

Fiskivinnuhavnin 1 

600 Saltangará 

Att.: Jens Pauli 

P/F Faroe Origin er felag, sum rekur 6 partrolarar og hevur tvey framleiðsluvirkir ávíkavist í Runavík og á Toftum. Uml. 200 fólk starvast í felagnum samanlagt. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder