Ítróttur

Solomon skiftir til 07 Vestur

...

2015-12-02 18:39 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07Vestur: Enn eitt nýtt, spennandi andlit verður at síggja í 07 Vestur komandi ár. Solomon Kwao hevur júst skrivað avtalu og skiftir sostatt frá grannunum, har hann spældi undanfarna kappingarár.


24 ára gamli miðvallarin úr Ghana, varð ein av eyðsýndastu leikarunum hjá MB í ár, við 23 dystum og einum málið. Hann spældi flestu dystirnar á miðjuni, men royndi seg eisini bæði í álopinum og í verjuni.

Vit ynskja Solomon hjartaliga vælkomnum til okkara, og ynskja honum góða eydnu komandi kappingarár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder