2014-11-20 15:51
Í kvøld tekur Søljan ímóti Neistanum, sum í løtuni er nummar tvey í Hvonn deildini. Neistin misti í gjár fyrsta plássið, tá Kyndil vann í Havn á Stjørnuni úr Klaksvík. Neistakvinnur kunnu tí sostatt vinna seg uppaftur á fyrsta plássið í kvøld, um tær vinna á Søljuni, sum tær eisini eru stórfavorittar at gera.
Søljan hevur eitt ungt og heldur óroynt lið, tær eru við fyri at læra, Søljan hevur enn síni fyrstu stig til góðar.
Seinast liðini møttust var spælt í Havn, og tá vann Neistin 41-11.
Dysturin verður í høllini á Giljanesi í kvøld klokkan 20:30.
Støðan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald