Ítróttur

Kyndil vann 37-10 á Søljuni - myndir

...

2015-03-01 01:53 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Søljan hevði í kvøld vitjan av Kyndli í Hvonndeildini. Kynd kempar fyri finaluplássinum í deildini og Søljan liggur niðast í Hvonndeildini, so undan dystinum var helst eingin ivi um, at Kyndil fór at vinna dystin.
Kyndil byrjaði væl, tær førdu 6-0 tá ið 10 minuttir vóru leiktir, og hálvleiksstøðan gjørdist 18.5. Sama gongd var í seinna hálvleiki, sum Kyndil vann 19-5, tær vunnu sostatt samanlagt 37-10.
At munurin ikki gjørdist uppaftur størr,i kann Søljan takka málmanninum Kristinu Griksaite fyri, Kristina stóð ein branddyst, og var uttan iva nógv besti leikari á vøllinum.
Kyndil liggur nú ovast í Hvonndeildini við 28 stigum, men Kyndil hevur leikt ein dyst meira enn nr. 2 og 3.

Søljan: Una á Steig, Kristina Griksaite, Nadja Johannesen, Jórunn Gudmundsen 2, Rannvá Briansdóttir 1, Sóley Jacobsen, Oliva Kruse, Arnleyg Haraldsen 2, Hertha Simonsen 3, Petra Thomassen, Christel Christophersen og Kára Ellingsdóttir.

Kyndil: Tomma Petersen, Røskva S. Nielsen, Anna Brimnes 3, Bára K. Hansen 5, Turið A. Samuelsen 10, Marianna G. Eystberg 10, Guðrið G. Eystberg 1, Gurdrun Restorff 3, Randi S. Wardum 4 og Asleyg Súnadóttir 1. 

Støður: 
5. min. 0-3
10. min. 0-6
15. min. 2-8
20. min. 3-11
25. min. 5-15
30. min. 5-18
35. min. 5-21
40. min. 6-23
45. min. 6-25
50. min. 7-27
55. min. 8-31
60. min. 10-37

Tveir dystir í Hvonndeildini verða leiktir í morgin:

Sunnudagin kl. 14.30 StÍF ??? Stjørnan
Sunnudagin kl. 15.00 VB ??? VÍF

Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Kyndil1845532513028
2Neistin1748432615827
3VÍF1750035514524
4VB164183407819
5StÍF173873642314
6Stjørnan17321446-1258
7Søljan18177586-4090



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder