Ítróttur

Myndir: Søljan bjóðaði StÍF-kvinnunum av

...

2015-01-30 04:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Søljan tók í kvøld ímóti StÍF á Giljanesi, dysturin var í bestu kvinnudeildini - Hvonndeildini.

Tað var Søljan sum byrjaði betri í kvøld, Søljan førdi meginpartin av fyrra hálvleiki, sum tó endaði javnt 7-7.

Í seinna hálvleiki løgdu strandakvinnurnar betri út, tær tóku leiðsluna - og førdu restina av dystinum, sum endaði við sigri til StÍF 13-17.

??rslitið í kvøld er besta úrslit Søljan hevur fingið higartil í ár, so spennandi verður hvussu fer at gangast restina av kappingini.

Søljan: Kristina Griksaite, Una á Steig, Arnleyg Haraldsen 3, Hertha Simonsen 4, Nadja Johannesen, Rannvá Briansdóttir, Jóhanna Kjartansdóttir 3, Rebekka Johannesen 1, Jórun Gudmundsen, Kára Ellingsgaard 1 og Christel Christoffersen 1.

StÍF: Marita á Fríðriksmørk, Jóhanna Poulsen, Ansy Sevdal 2, Rebekka Justinussen, Sólfríða Pattinson 1, Durita Mikkelsen 1, Irena Dam, Rannvá R. Jacobsen, Birna Tummasardóttir 7, Paula Høgnesen 1 og Bára Berg 3.

Støður:

5. min. 2-1

10. min. 3-2

15. min 4-2

20. min. 5-3

25. min. 5-5

30. min. 7-7

35. min. 8-9

40. min. 8-11

45. min. 9-11

50. min. 11-14

55. min 13-15

60. min. 13-17

Dómarar: Hannis Wardum og Uni Wardum.

Áskoðarar:  40.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder