JN

Sólja og Inga fingu Betri legat

...

2018-01-02 07:59 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tvær fegnar ungar kvinnur fingu hósdagin handað Betri legat á samkomu í Norðurlandahúsinum í sambandi við JobMatch. Legatið er stuðul til uttanlandsuppihald í sambandi við útbúgvingina. Sólja F. Thorleifsson og Inga D. Remmel ætla sær ávikavist til Italia og Noregs í eina lestrarhálvu, og tá koma 15.000 kr. sera væl við.

Sólja Fríða Thorleifsson lesur Biokemi og molekylær biologi við Syddansk Universitet, og fer til Italia eina lestrarhálvu í sambandi við granskingarverkætlan um krabbamein.

Inga Dánjalsdóttir Remmel lesur føroyskt mál og bókmentur á Setrinum, og fer til Noregs at taka eitt skeið í kynsfrøði.

"Tað er ein fragd at síggja, hvussu fjølbroyttar útbúgvingar okkara ungu eru í ferð við. Tað er eisini hugaligt at síggja, at tey ikki smæðast burtur, men leita sær íblástur til útbúgving runt allan heimin. Tað er ein fyrimunur fyri okkum øll; tey ungu, vinnulívið og samfelagið sum heild, at okkara fólk fara út í heim at víðka sjónarringin og leita sær íblástur til framtíðar yrki", segði Ben Arabo, forstjóri, við handanina.

Betri legatið er á kr. 15.000 og verður á hvørjum ári latið fýra føroyingum, sum eru farin undir hægri bókliga ella handaliga útbúgving.

Les meira um Betri legatið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder