2016-05-15 17:50

Um hálvguntvey tíðina seinnapartin í gjár, boðaði báturin Sólfarið frá, at teir vóru uppsteðgaðir út fyri Kirkjubø.
Teir róku skjótt móti landi. Brimil varð tá staddur 14 fjórðingar sunnanfyri Kirkjubønes.Brimil setti ein av arbeiðsbátunum út, og hálvan tíma seinni var hann hjá Sólfarðinum, tá lógu teir tætt undir landi við Kirkjubøhólm, teir høvdu koyrt varpið út, og hetta gjørdi, at teir ikki róku á land.
Arbeiðsbáturin hjá Brimli sleipaði Sólfarið á Havnina, tað skrivar Vørn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald