Hvussu setir tú krossin til eitt val? Tað kemur fyri, at veljarar seta annað frámerki á atkvøðuseðilin enn ein kross og hesir atkvøðuseðlar eru í vanda fyri at verða ógildir.
Á hesi vegleiðandi lýsing sært tú, hvussu krossurin skal setast og hvussu hann ikki skal setast, síher
§ 13, stk. 3 í kommunuvallógini ásetur, at???veljarin setir kross annaðhvørt fyri tí lista, hann ætlar at velja, ella fyri einum av valevnunum á hesum sama lista???.Kommunuvallógin sigur eisini í § 15, stk. 5, at ein atkvøðuseðil er ógildur,
-
umtað ikki við vissu sæst, hvønn valevnislista veljarin hevur viljað atkvøtt fyri,
-
umatkvøðuseðilin er øðrvísi vorðin enn teir, sum útflýggjaðir eru til atkvøðugreiðsluna,
-
umá atkvøðuseðilin er skrivað annað enn ein krossur ella valevnisnavn, ella um atkvøðuseðlinum við vilja er givið slíkt eyðkenni, at tað sæst, hvør veljarin er.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald