Politikkur

Soleiðis kan vetrarfriðast í Vága Kommunu

...

2016-11-07 11:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað er skjøtil settur á at vetrarfriða Vága Kommunu, byrjast skal í Vatnsoyrum, og 100.000 krónur eru avsettar til vetrarfriðing har.

Rættin til vetrarbit í Vatnsoyrum eigur hagaparturin Norðara Leiti.

Tað stóra takið verður at fáa bygdirnar Miðvág og Sandavág vetrarfriðaðar.

Teir hagapartarnir í hava rættin til vetrarbit á undirliggjandi bø í Vága Kommmunu eru: Fyri bygdina Vatnsoyrar: Norðara Leiti ??? Fyri bygdina Miðvág: Heimara Leiti, Nípan, Dalurin og Eggin ??? Fyri bygdina Sandavág: Eyðansstovuhagin, Giljahagi, Dalhagi og Gimbragonga.

Her er eitt uppskot hvussu farast kann fram viðvíkjandi vetrarfriðing.

Tá ætlanin er at gera vetrarfriðing stigvíst, er týdningarmikið, at grannahagar vera tiknir í senn, fyri at fáa eitt úrslit, sum munar og sum kan síggjast aftur hjá borgaranum.

Samráðingar við grannahagar í bólkum.

· Nípan og Dalurin

· Heimaraleiti og Eggin

· Eyðansstovuhagin og Giljahagi

· Dalhagi og Gimbragonga

497.100 fermetrar áleið skulu loysast frá frá vetrarbiti.

Fermetrar áleið av mistum vetrarbiti fyri hvønn hagapart.

· Nípan 16.000 m2

· Dalurin 5.000 m2

· Heimaraleiti 108.700 m2

· Eggin 108.700 m2

· Eyðansstovuhagin 81.200 m2

· Giljahagi 64.900 m2

· Dalhagi 52.500 m2

· Gimbragonga 60.100 m2

Fermetur prísur fyri at loysa frá vetrarbiti 4,80 kr/fermetur

Endurgjald fyri mist vetrarbit 2.386.000 krónur sambært hesum uppskotinum.

Á kortinum tey bláu økini.

Hegnlinjan frá Ytru Bryggju á Prestlandinum í Miðvági til ??ti á Gjógv í Sandavági er áleið 11.100 metur.

Íalt tilfar og arbeiðsløn 2.826.468 krónur

· Hegn og pelar 577.200 kr (bruttoprísur)

· Portur áleið 40 stk 240.000 kr

· Rulliportur 8 metur 2 stk 500.000 kr (landsvegur)

· Rulliportur 4 metur 8 stk 1.400.000 kr (traðarvegir)

· Arbeiðsløn* 109.268 kr (8 arb.tímar pr. 100 metur á 123,09kr)

Tilsamans fyri vetrarfriðing av Miðvági og Sandavági 5.212.548 krónur

Stigvíst:

1.árið: Nípan og Dalurin: 100.800 kr endurgjald og 706.617 kr tilfar+arb.løn.

2.árið: Heimaraleiti og Eggin: 521.760 kr endurgjald og 706.617 kr tilfar+arb.løn.

3.árið: Eyð.hagin og Giljahagi: 350.640 kr endurgjald 706.617 kr tilfar+arb.løn.

4.árið: Dalhagi og Gimbragonga: 270.240 kr endurgjald og 706.617 kr tilfar+arb.løn.

5.árið: Heimaraleiti og Eggin: 521.760 kr seinni partur av endurgjaldið.

6.árið: Eyð.hagin og Giljahagi: 350.640 kr seinni partur av endurgjaldið.

7.árið: Dalhagi og Gimbragonga: 270.240 kr seinni partur av endurgjaldið.

Alt eftir hvussu fíggjarstøðan hjá kommununi verður framyvir, kann vertrarfriðing vera liðug eftir 4 árum, og goldin eftir 7 árum. Men týdningarmiklast er at fáa avtalurnar við hagapartarnar undir land, sum skjótast, so at kommunan kann arbeiða við vetrarfriðingini eftir einum leisti, sum fíggjakarmarnir loyva.

Samanborið við aðrar kommunur:

Kvívík ??? kostaði vetrarfriðing 2650 krónur pr. borgara (2015)

Sørvágur - kostaði vetrarfriðing 2450 krónur pr. borgara (2008)

Vága Kommuna ??? 2670 krónur pr. borgara eftir hesum uppskotinum

Leinkja til fyrru grein um sama evni:

http://jn.fo/vetrarfriding+i+vaga+kommunu.html

X við Lista V ??? Ein sterk eind ??? Vælferð, Ábyrgd, Gróður, Atlit.að er gleðiligt at hoyra at býraorgarin tann 8. November 2016 inni a um. Ttaðarøkið. miðvingar tað ikki.

Jan Erik Simonsen, valevni á Nýgga Lista, lista V til býráðsvalið í Vága Kommunu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder