2015-03-15 13:59
Stórur spenningur er um, hvussu veðrið verður fríggjadagin 20. mars - tann dagin sólarmyrkingin verður.
Tvey hátrýst fara at liggja her í Norður-Atlantshavinum, annað sunnan- og hitt norðanfyri Føroyar, eisini verður mett, at eitt látrýst fer at ferðast tætt sunnanfyri Føroyar náttina til hósdagin, tað ferðast spakuliga og verður her á leiðini eisini fríggjamorgunin, tí kann verða yvirskíggjað fríggjamorgunin.
Sum tað sær út í løtuni, kann pollamjørki møguliga arga fríggjamorgunin, men um so verður, so ber til at fara upp á fjallatindarnar.
Seinastu forsøgnirnar frá YR.no siga frá, at ættin verður landnyðringur, tí kann roknast við góðum veðri vestanfyri, verður ættin landnyðringur so verður helst klárt vestanfyri.
Fredag20.03.2015 | kl 0???6 | 6° | 1,3 mm | Frisk bris, 9 m/s fra vest | |
---|---|---|---|---|---|
kl 6???12 | 4° | 0 mm | Liten kuling, 14 m/s fra nord-nordøst | ||
kl 12???18 | 2° | 0 mm | Frisk bris, 11 m/s fra nord-nordøst | ||
kl 18???24 | 2° | 0 mm | Frisk bris, 10 m/s fra nord |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald