2019-04-18 13:43

Í 2014 fóru Atlantic Airways og Vága Floghvan undir eitt samstarv um at selja tollfríar vørur á flogvøllinum, felagið ið var stovnað bleiv nevnt Duty Free FAE.
Gongdin hjá felagnum hevur verið sera positiv síðani felagið var sett á stovn. Í 2014 var úrslitið eftir skatt 1,5 mió. kr. Árið eftir var tað 6,2 mió. kr. Í 2016 var tað 10,2 mió. kr. Í 2017 var tað 12,6 mió. kr. Fyri síðani at aftur at seta met í fjør tá ið úrslitið gjørdist 14,6 mió. kr.
Bruttovinningurin í 2018 var 25,2 mió. kr. Tað eru góðar 3,5 mió. kr. betri enn árið fyri.
Starvsfólkakostnaðurin er øktur 3,2 mió seinastu árini. Frá 2,6 mió. kr. í 2014 til 5,8 mió. kr. í fjør.
Duty Free FAE gevur eigarinum 14 mió. kr. í vinningsbýti.
Felagið væntar eitt vet hægri avlop í 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald