Sølan av akførum økist alsamt, higartil í ár eru 1.682 nýggj akfør seld ímóti 1.450 somu tíð í fjør. Hinvegin so minkar innflutningurin av brúktum akførum, higartil í ár eru innflutt 146 gomul akfør, í fjør var talið 201.
Mest er selt av persónbilum, higartil í ár eru seldir 1.238 nýggir persónbilar, í fjør var talið 1.087, tað eru 151 fleiri í ár, sum er ein øking uppá 13,89%.
Eisini er sølan av vøruvognum økt, higartil í ár eru seldir 186 nýggir vøruvognar, í fjør var talið 154, tað er ein øking uppá 32 bilar, sum svarar til 20,78%
Færri prutl eru seld í ár, higartil eru 30 nýggj prutl seld, í fjør var talið 64, tað eru 34 minni í ár, sum svarar til eina minking uppá 52,13%
Sí myndirnar niðanfyri, sum vísa søluna av nýggjum akførum og innflutt gomul akfør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald