
Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum og heilsurøktarum til okkara nýggju rehabiliteringsdeild í Heimatænastuni í Vágum til setan 1 januar 2018.Tað eru 10 størv á brøki 0,8 til setan.
Á deildini verða 8 pláss, sum eru til rehabilitering, umlætting, tørvsmetan og ein palliativ stova. Sjúkrarøktarfrøðingar virka við síni útbúgving, vitan og kunnleika á sínum fakliga øki. Heilsurøktarar virka við síni útbúgving, vitan og kunnleika á sínum fakliga øki. Starvsfólkini á deildini koma at hava tætt samstarv við terapeutarnir í Heimatænastuni.
Starvskarmar- og innihald
Aðalmálið hjá Heimatænastuni í Vágum er at skapa góð og virðilig kor fyri okkara eldru og at tryggja, at allir borgarar fáa heilsustimbran, fyribyrging, røkt, viðgerð og rehabilitering. Uppgávan er at gera eitt fakligt arbeiði, við tí endamáli at skapa, endurskapa ella varðveita tað meiningsfulla gerandislívið hjá borgaranum á øllum lívsins stigum. Tryggja at fakliga støðið er dygt og livir upp til ásetingarnar í lógini og normarnar á fakøkinum. Fyri at røkka hesum verður vænta av okkara starvsfólkum, at tey arbeiða heilsufremjandi og fyribyrgjandi, og at tey eru miðdepilin í teimum heilsutiltøkum sum kunnu basa ella minka um váðafaktorar hjá borgaranum.
Førleikakrøv
Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur.
Prógv og autorisatión sum heilsurøktari.
Skal vera málrættað/ur og skipað/ur í síni tilgongd til arbeiðið.
Skal megna at geva sítt uppbyggjandi íkast til eina broytingartilgongd, sum Heimatænastan í løtuni er í.
Skal duga og tíma at arbeiða í tvørfakligum rehabiliterandi toymi, har starvið krevur samstarv og ábyrgd.
Skal hava vitan og áhuga í menning og megna at skapa eitt lærandi umhvørvi.
Skal megna at seta seg inn í viðkomandi faklig krøv og standardir.
Skal megna at seta seg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum.
Skal megna at arbeiða evidensbaserað og at vera verkætlanarsinnað/ur.
Skal vera empatiskur í sínum samstarvi við borgarar og avvarðandi.
Vit bjóða
Eitt spennandi starv við stórum fakligum avbjóðingum í nýggjum umhvørvi og í nýggjum starvsfólkatoymi.
Menning í skipaðum felagsskapi og fastlagdir fundir.
Stóra ávirkan á menningina av rehabiliteringini í Heimatænastuni í Vágum.
Skipaða undirvísing fyrstu vikuna fyri øllum stavsfólkunum á deildini.
Setanarviðurskifti
Størvini eru skipaði á rehabiliteringsdeildini og eru í skiftandi vaktum. Tilkalling kann koma fyri til uppgávur á øðrum deildum á Sýnini. Hetta er serliga galdandi fyri sjúkrarøktarfrøðingarnar.
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Heilsurøktarafelagið.
Upplýsingar um størvini
Meira fæst at vita um størvini við at ringja til Halldis Joensen leiðara á tlf. 793201
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: Heimatænastuna í Vágum, Kálvalíðvegur 2, FO-370 Miðvágur ella til teldupostadressurnar: [email protected]
Umsóknin skal vera Heimatænastuni í hendi í seinasta lagi hin 24. november 2017 kl. 12.00.
Heimatænastan tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og um neyðugt, at lýsa størvini leys av nýggjum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald