
Vága kommuna søkir eftir námsfrøðingi til Smílikulluna og ungdómshúsið at byrja 3 januar.
Talan er um eitt tíðaravmarka starv til 1 januar 2019, á 26 tímar, í frítíðarskúlanum og ungdómshúsinum. Talan er um dag og kvøld arbeiði.
Vit ynskja av tær:
- At tú ert við til at mennað tað námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum.
- At tú ert opin fyri broytingum.
- At tú hevur góð samstarvsevnir.
- At tú trívist í einum arbeiði, har arbeitt verður millum fleiri starvsfólk, børnum og ungum í ymiskum aldri.
- At tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og ert nærløgd/lagdur.
- Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgunum.
Eitt sindur um okkum :
Smílikullan:
Í Smílikulluni ganga børn úr 1. og 2. flokki.
Vit hava tríggjar verkstaðir: Náttúru og evningsverkstað, hondarbeiðsverkstað og ítróttarverkstað. Á verkstøðunum verður dentur lagdur á, at tað einstaka barnið fær loyvi til, at menna síni skapandi evni.
Ungdómshúsið:
Ungdómshúsið er eitt stað, har ung frá 7 flokki til 18 ár koma saman og gera ymiskt virksemi, sum tey ungu saman við starvsfólkunum skipa fyri, hvørt kvøld ungdómshúsið er opið.
Hetta gevur okkum ríkar møguleikar til nógvar spennandi avbjóðingar til børn, ung og starvsfólk.
Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til virkandi leiðara, Hervør Heinesen tlf. 794540.
Um eingin námsfrøðingur søkir starvið, verður hjálparfólk sett ístaðin.
Lønarviðurskifti:
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF.
Námsfrøðingurin fylgir lønarstigunum frá 11 til 19 og hjálparfólk fylgja lønarstigunum frá 1 til 7.
Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 09:00 og kl. 17:00 í Smílikulluni.
Arbeiðistíðin í ungdómshúsinum er vanliga millum kl.19:00 ??? 22:00 mánadag og mikudag. Leygardag millum 19:00 - 24:00.
Umsókn saman við prógvum, royndum og viðmælum, skulu vera Vága Kommunu í hendi, í seinasta lagið, týsdagin tann 20. desember kl. 12:00. Viðmerk á brævbjálvan: ???Umsókn???.
Sí annars heimasíður okkara: www.smilikullan.fo og www.vaga.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald