Søkt verður eftir
2 húsavørðum til Sørvágs kommunu
at byrja 01. 03.2016.
Arbeiðsuppgávur:
ñ Umsjón og røkt av øllum bygningunum hjá kommununi.
Førleikar:
Tann, ið settur verður, eigur at hava handverkaraútbúgving, gott yvirlit og góð evni at samstarva.
Eginleikar:
Arbeiðið hevur við sær nógv dagligt samskifti við børn í barnagarði, næmingar í skúlanum og ymiskar starvsbólkar. Tí er týdningarmikið at tann, ið sett/ur verður, er fyrikomandi og dugir væl við fólki.
Setanarviðurskifti:
Starvið er fulltíðarstarv
Lønar og setanarviðurskifti verða sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi yrkisfelag.
Umsókn við prógvum, viðmælum og frágreiðing um arbeiðsroyndir, skulu sendast til Sørvágs kommunu.
Neyvari upplýsingar um starvið, lønar- og setanartreytir kunnu fáast á tlf. 233225.
Sørvágs kommuna skilar sær rætt til at velja ímillum umsøkjarnar ella ongan at seta.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Umsóknirnar skulu verða Sørvágs kommunu í hendi í seinasta lagi 15. februar 2016.
Skrivlig umsókn skal sendast til:
Sørvágs kommuna
Varðagøta 8
380 Sørvágur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald