Eingin privatisering av fiskiveiðirættindum er farin fram í Føroyum og er neyvan heldur í umbúnað ??? her fæst ikki endurgjald um kvotur ella fiskidagar verða niðurskorin, ei heldur um rættindi verða tikin aftur vegna brot á lógina um vinnuligan fiskiskap.
Meðan Landsstýrið arbeiðir við nýggjari lóg um vinnuligan fiskiskap, ganga bylgjur høgt í orðaskifti millum mong um hvussu tann fyri føroyingar so týdningarmikla fiskivinnan best kann skipast fyri tey komandi árini. Eygleiðarar vænta eitt upplegg frá einari nevnd við Jacob Vestergaard fiskimálaráðharra sum formanni tíðliga í tí nýggja árinum, kanska í februar, soleiðis at eitt liðugt lógaruppskot eftirfylgjandi kann leggjast fyri Løgtingið at taka støðu til.
Í tí almenna rúminum, ikki minst í tíðindunum, er frásøgnin tey seinnu árini vorðin alsamt meira merkt av orðingini ???ogn Føroya fólks,??? sum stendur í innleiðingini til lógina um vinnuligan fiskiskap. Summi meina at hetta er ein óheppin ella ópraktisk orðing við tað at hon kann tykjast innibera eitt bókstaviligt krav um ognarpart í hvørjum sterti kring Føroyar fyri hvønn einstakan føroying ??? at politiskur retorikkur hevur verið við til at fyrigyklað fólki at sambært lógina eiga øll krav upp á pengar fyri einki.
Søgur um aktørar í fiskivinnuni sum hava havt góð fíggjarlig úrslit í seinastuni hava verið partur av einari hálvkvøddari argumentatión um at øll eiga rætt til part av teirra pengum. Sjálvandi mugu øll rinda skatt av tí vit tjena gjøgnum arbeiði og annað lønandi virksemi, umframt at øll feløg sum reka vinnu mugu rinda skatt av teirra avlopi, og eisini eru ymisk avgjald sum koma afturat. Men frásøgnin hevur áhaldandi og íðið róð framundir at alt hetta er als ikki nøktandi tí fiskireiðaríini hava fingið síni veiðirættindi ???ókeypis??? t.e. uttan at rinda eitt serligt gjald fyri sína ???rávøru??? og at hetta er órættvíst móti øðrum vinnufyritøkum sum mugu keypa sína rávøru. Ávísir akademikarar hava gjørt hetta argument galdandi í einari langari røð av greinum, viðmerkingum og framtríningum í tíðindamiðlum, við lítlum og ongum mótspæli frá hvørki tíðindafólkum ella viðmerkjarum.
Hetta hevur gjørt at tey ið virka innan fyri fiskivinnuna, og mong av teimum sum ikki búgva í Havn, uppliva at frásøgnin um fiskivinnuna hevur fingið eina álvarsliga slagsíðu ??? ein slagsíða sum er sloppin at halda fram so leingi stórir partar av restini av fólkinum ídag, herundir kanska flestu journalistar og helst flestu embætisfólk (starvsfólk á Kringvarpi Føroya og flest øll ið starvast innan embætisverkið eru limir í sama fakfelag), taka hana fyri objektivan veruleika.
Búi Tyril
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald