Mentan

Søguligir bygningar í hugnaligum umhvørvi til leigu

...

2015-06-18 16:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vestmanna:

Hevur tú ein dreym um at skipa fyri onkrum spennandi tiltaki av mentanarligum ella trivnaðarligum slag?

So hevur tú nú høvi at leiga faktorhúsini, pakkhúsini og hjallin hjá Kongaliga handlinum í Vestmanna.

??tboðið verður skipað við tilboðum.
Tey, sum bjóða, skulu greitt lýsa verkætlanina við tíðarætlan, og hvat ætlanin ítøkiliga er at brúka bygningarnar til. Loyvt verður ikki at brúka bygningarnar til fastan bústað, men kømur kunna leigast gestum í styttri tíðarskeið.

Nærri lýsing av treytum og øðrum viðurskiftum sæst á vestmanna.fo

Áhugað, ið ynskja at síggja bygningarnar, kunnu venda sær til kommunuskrivstovuna á tlf. 770 100.

Skrivligt tilboð skal latast Vestmanna Kommunu í seinasta lagi tann 15. september 2015, kl. 12.00.

??tboð og treytir eru greiðari lýst á teigi undir Lýsing til vinstru her á síðuni og leikja er eisini til upplýsingarnarher.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder