2017-03-07 16:05
Fólkaflokkurin hevur tilevnað lógaruppskot um fyrisiting av okkara fiskiríkidømi við tí endamáli:
???At umsita fiskiríkidømið lívfrøðiliga og búskaparliga burðardygt.
???At skapa eitt gott íløguumhvørvi fyri alla fiskivinnuna á sjógvi og á landi.
???At fáa í lag mest møguliga virðisøking og avkast til samfelagið og til allar aktørarnar í fiskivinnuni ??? eigararnar og tey, sum starvast har.
???At lóggáva eigur at byggja á grundhugsjónina: ???Leið meg ikki í freistingar.???Tí verður hildið fram við fiskidagaskipanini í botnfiskiskapinum. Vit hava roynt kvotuskipan frá 1994-1996. Í eini fiskidagaskipan vil tann yvirliva, sum dugir best at fiska. Í eini kvotuskipan tykist neyðugt at finna allar uttanumvegir fyri at yvirliva.
Lógaruppskotið er ein dagføring av verandi lóg um vinnuligan fiskiskap, men harumframt eru týðandi nýggjar ásetingar við ??? m.a. hesar:
???Staðfest verður, at alt fiskiríkidømið er ???ogn landsins???, sum er ein neyvlýsing í mun til verandi orðing ???ogn Føroya fólks???.
???Áramálið fyri fiskirættindunum er avgerandi fyri, hvørjar íløgur kunnu gerast og harvið virðisøking. Mælt verður til at nýta søgulig rættindi sum grundarlag, og at loyvi kunnu uppsigast við einum varningi upp á 12 ár. Alivinnan hevur somuleiðis 12 ára loyvi.
???Við nýggjum rættindum er mest avgerandi, hvat virksemi og virði kann skapast í landinum og í økjum. Tí verða nýggj rættindi latin aktørum, sum uppfylla treytir um vinnuligar royndir, nýmenning, mest møguliga virðisøking og økismenning.
???Fiskirættindi eru ein brúksrættur. Við einum rætti fylgir eisini ein skylda, og ti verður brúksskylda áløgd teimum, sum hava fiskirættindi. Verður hon brotin, verða rættindini tikin aftur.
?????ll veiða skal um føroyskan bryggjukant fyri at stuðla uppundir at skapa arbeiðspláss í Føroyum. Í serligum førum kann landsstýrismaðurin geva undantak frá hesi reglu.
???Avmarkaður partur av botnfiski, veiddur í føroyskum sjógvi, skal um góðkenda uppboðssølu.
???Reglur verða gjørdar fyri ferðavinnufiskiskap.
???Fyritreyt fyri vinnuligum framburði er, at vinnan fær loyvi at gera avtalur og handla sínámillum. Tí verða munandi liðiligari reglur gjørdar fyri flyting av veiðiloyvum og fiskirættindum ??? tó verða smærri før vard. Tey smærru skipini kunnu keypa fiskirættindi frá teimum stóru, meðan tey stóru ikki sleppa at eta tey lítlu upp.
???Brúksgjald ella tilfeingisgjald er ikki partur av hesum lógaruppskotinum, men hoyrir heima í aðrari lóggávu, t.v.s. skatta- og avgjaldslóg.
Við uppskotinum verður leiklutur Løgtingsins at gera karmar fyri fiskivinnuna varðveittur. Vit skulu varðveita og menna ráðgeving sum t.d. Búskaparráðið og Havstovuna. Tó verða hesi ikki lóggevarar.
Við frælsum og tryggum kørmum hevur fiskivinnan ført okkum fram millum tey fremstu í heiminum. Við hesi lóggávu fær vinnan karmar, sum fara at føra okkum enn longri fram.
7. mars 2017
Fólkaflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald