??ivað kenna øll, sum hava fylgt við í fjølmiðlunum seinastu daganar, til støðuna hjá teimum veikastu í skúlum okkara. Stuðlar teirra vórðu lockoutaðir, men undantøk vórðu givin, so tey eftir einum degi í lockout fingu stuðlar sínar aftur og sluppu í skúla.
Í útvarpinum mánakvøldið greiddi eg frá míni hugsan um málið, og eg heitti á partarnar, Fíggjarmálaráðið, Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Pedagogfelagið um at loysa málið, sum var eitt óvirðiligt álop á okkara veikastu. Eg boðaði frá, at bræv við hesum boðskapi fór at verða sent øllum trimum pørtum, og saman við hesum brævi varð eisini sent eitt yvirlit yvir teir stuðlar, sum vit í Undirvísingar- og mentamálaráðnum ynsktu, at undantak varð gjørt fyri.
Og takk og heiður eiga partarnir fyri, at teir gingu ynskjum okkara á møti og góvu tey undantøk, vit bóðu um.
Men meðan vit stríðast stríðið, sum tíbetur eydnaðist, borðreiðir blaðstjórin á Sosialinum hesa yvirskriftina fyri lesarunum sínum á in.fo.:
Jenis noktar námsfrøðingum at koma til arbeiðis í skúlunum.
Teksturin í grein hansara er tikin úr brævinum frá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum til arbeiðsgevararnar, har hesir verða bidnirum: ???ikki at taka ímóti teimum starvsfólkunum aftur, sum eru fevnd av verkfallinum, fyrr enn partarnir hava gjørt semju um nýggjan sáttmála, ella onnur avtala er gjørd um, at tey skulu byrja aftur í starvi???.
Men ístaðin fyri at greiða lesaranum frá hesum, at siga teimum, at talan er um eina kunning frá Undirvísingarstýrinum til skúlanar um hetta brævið, so tekur hesin listinlært brot burturúr tekstinum og letur lesaran fáa ta fatan, at Jenis eigur hesi orð! Hugsa tær til, samstundis sum eg stríðist fyri at opna vegin fyri teimum raktu innaftur í skúlanar, eitt stríð, sum til fulnar eydnaðist, so leggur hann meg undir tað mótsatta.
Eg stórgleðist yvir, at tað eydnaðist at rætta teimum veikastu føroyingum hesa hjálpandi hondina, men harmist yvir týðuliga veikleikan fólkaræðið stríðist við, at so lætt er hjá summum at reingja veruleikan.
Jenis av Rana
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald