Mentan

So tað skuldi eingin ivi verið um, hvør eigur rættindini

...

2019-02-21 11:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eftir landnám átti Tróndur í Gøtu Kalsoynna, og skuldi hann reka alla oynna í einari gongu suður í Galv, har hann rættaði í Galvsrættini, sum er í fjøruni vestan fyri sjálvan Galvin.

Fjallskipanin skuldi vera áttaogfjøruti menn.

Hvat áseyðatalið var, vita vit ikki, men av tí gamla seyðaslagnum hevur tað verið væl størri enn átjan hundrað, sum Taxasjónin sigur í 1872.


Síðani tá er Kalsoyggin hesi seinastu fimti árini útskift í 22-23 hagapartar, sum allir hava áteknað hvør sær, at viðkomandi hagapartur hevur øll rættindi í egnum haga, og harafturat hevur Føroya Rættur staðfest ognarrættin eftir hvørja útskifting.

So tað skuldi eingin ivi verið um, hvør eigur rættindini.

Nú ferðavinnan hevur tikið seg upp, og ferðafólk floyma inn í oynna í stórum tali, verða øll okkara rættindi sett til síðis.

Sambært talsmanninum hjá Visit Faroe Islands so eru lógirnar avoldaðar ella als ongar lógir til um, hvussu man uppførur seg inni á annan mans ogn.

Hesi úttalilsini eru beinleiðis ósonn, ella søgd móti betri vitan.

Hagaparturin hjá okkum, Kalsgarður, liggur frá Trøllanesar bygd út á Eggjar og ikki norður á Kall, meira um hetta seinni. Hann er ein fjórðing til longdar.

Í henda hagapartin fara út við 20.000 ferðafólk ólógliga, og tey ganga bæði dag og nátt.

Klokkan 03 á nátt havi eg sæð fólk komið úr haganum, og ikki so sjáldan hava hesi fólk hund við.

Í støðum er so nógv traðkað, at komið er niður á hellu.

Og onkrar dagar eru fleiri fólk í haganum, enn tað eru áseyðir.

Við hesum nógva ferðafólkinum i haganum alt summarið, so verður seyðurin rikin aftur og fram, soleiðis at tað sær út, sum at menn eru á fjalli hvønn dag.

At eg komi til 20.000 fólk í haganum hjá okkum, er tí, at Strandferðslan førir um 60.000 fólk um Kallsoyarfjørð um árið. Tvs. 30.000 fólk báðar vegir. Og av hesum 30.000 fólkunum koma umleið 2/3 norður á Trøllanes, og fara tey flestu í hagan hjá okkum.

Hagaportrini verða sett opin, so at tá ið seyðurin skal vera í haganum, kemur hann inn á bøin. Ella tá ið hann er inni á bønum, sum til dømis í lembing, so sleppur seyðurin út av bønum og fer til fjals at lemba, til stóran ampa fyri røktina.

Ella við øðrum orðum: tá ið portrini skulu vera opin, verða tey latin aftur. Og skulu tey vera afturlatin, verða tey latin upp.

Hvat leggur so ferðavinnan eftir seg, fyri at ganga sum teimum lystir í haga okkara?

Tað er millum lítið og einki; jú nøkur fá biðja um ferðaleiðara og gjalda fyri tað, men hetta er bara ein heilt lítil partur, kanska einans eini 5 promillu.

Og at biðja um loyvi at fara í hagan kemur næstan ikki fyri. Tey kunnu teljast á fingrunum.

Tað koyra umleið 700 leigubilar her í landinum, um teir allir koma her norður, veit eg ikki. Men teir eru nógvir, og sær tað ikki mætari út enn at túrurin út á Eggjar er uppi í leigumálinum. Tí tey fólkini, sum koma úr hesum bilum eru ikki í iva um, hvønn veg tey skulu fara, fyri at finna vitan úti á Eggjum.

Tá ið man so spyr, siga tey, at tað kenna tey heimanífrá, har tað verður reklamerað við hesum túrum. Tey flestu, sum koyra leigubilarnar, eru útlendingar.

Annars eru tað fleiri, sum gera sær dælt av ogn okkara. Tey koma i ferðaløgum úr útlondum, Tórshavn og aðra staðni frá, við ferðaleiðara í haga okkara.

Tí tey hava fingið at vita frá ferðamyndugleikunum, at í Føroyum kann man fara allastaðni og gera, hvat ið tú vilt.

Til dømis tá ið vegirnir eru við at treingjast, so verður bara koyrt inn á bøin og parkerað har.

Hetta er so áðrenn Landsstýrið letur upp almenna rættin, eftir fyrimynd úr Noregi, har øll kunnu ganga allastaðni.

Í mun til Føroya við sínum 1.400 km2 er Noregi 340.00 km2, har nógv av leiðini eru isbrýndar hellur, sum tola nógv - eru óuppslítligar.

Eitt sindur meira um Kallin.

Kallurin stóð niðri á hellini norðast á Kalsoynni, og var tað ein drangur, umleið 30-40 metrar høgur, umleið 10-20 metrar oman fyri sjóvarmálan.

Kallurin er til, tá ið Hans Andrias Djurhuus yrkir "Lítið yvir Føroya land", og verður hann nevndur i yrkingini: "Kallur eftir konu hyggur". Konan er drangur norðanfyri Kunoynna, leysur úr landi.

Tað var eitt ógvusligt høgættar ódnarveður seinast í februar 1920. Í hesum ódnarveðrinum fór kallurin í havið.

Sagt verður frá Gjógv, at hetta hendi náttina til 29. februar, somu nátt sum Klaksvíks-skipið "Kristina" fórst við mann og mús. Har ímillum vóru fleiri gjáarmenn, ið fórust.

Næsta vetur verða hundrað ár síðani Kallur fór, og kundi man minst hann saman við, at ognarrætturin ætlast at fara í søguna.

Gamalt var, at "egendomsretten er ukrænkelig", sambært Grundlógini.

Jógvan Joensen,
bóndi á Trøllanesi
15.02.2019

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder